24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

218 · Hvítabók – Fylgibind 2

1.5. Tænastumenn í fólkaskúlanum

L. nr. 65 af 08.03.1972 om tjenestemænd m. fl. i folkeskolen på Færøerne

varð sett úr gildi við L. nr. 474 af 10.06.1997 om lov om ophævelse

af lov om tjenestemænd m. fl. i folkeskolen på Færøerne.

Hóast lógin varð sett úr gildi við L. nr. 474 af 10.06.1997 om lov om

ophævelse af lov om tjenestemænd m. fl. i folkeskolen på Færøerne, fær

føroyska heimastýrið við heimild í hesi lóg framhaldandi 80% í

endurgjaldi úr ríkiskassanum til eftirlønir til eftirløntar tænastumenn

í fólkaskúlanum, sum eru farnir frá við eftirlønarrætti fram til

31.12.1987.

Hvørja avleiðing møguligt fullveldi kann fáa fyri 80% endurgjaldið

úr ríkiskassanum til eftirlønir til eftirløntar tænastumenn í fólkaskúlanum,

sum eru farnir frá við eftirlønarrætti fram til 31.12.1987, er

torført at meta um. Upphæddin, ið talan er um, kann tó ásetast rættiliga

neyvt, so møguliga eigur hesin spurningur at verða tikin við í eini

fíggjarligari uppgerð millum Føroyar og Danmark.

1.6. Ymsar broytingar í skúlaverkinum

L. nr. 723 af 18.11.1987 om ændring af forskellige love om Færøernes

undervisningsvæsen.

Lógin broytir ásetingar í tveimum ymiskum lógum. Nakrar broytingar

eru til L. nr. 65 af 08.03.1972 om tjenestemænd m. fl. i folkeskolen

på Færøerne. Henda lógin varð tó sett úr gildi við L. nr. 474 af

10.06.1997 om lov om ophævelse af lov om tjenestemænd m. fl. i

folkeskolen på Færøerne.

Hinar broytingarnar eru til L. nr. 357 af 4. juni 1986 om Statens Uddannelsesstøtte.

Har verður m.a ásett, at henda lóg ikki longur verður

galdandi fyri lesandi við føroyskar lærustovnar. Henda broytingin

kom, tá ið Føroyar yvirtóku lestrarstuðulin til føroysk lesandi í Føroyum

í 1988.

1.7. Frítíðarundirvísing

L. nr. 53 af 14. 02.1979 for Færøerne om fritidsundervisning m.v.

Lóggáva

Lógin er ein rammulóg, sum er sett í gildi av tí, at fyrisitingin av

undirvísingarverkinum er yvirtikin, sambært § 9 í heimastýrislógini

frá 31. mars 1948.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!