24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

286 · Hvítabók – Fylgibind 2

Líkskoðan

2. Lóggáva

Økið er felagsmál. Lóggávan er sett í gildi í Føroyum við kongligari

fyriskipan.

Lógin skal tryggja at, farsóttir ikki fáa breitt seg í Føroyum, og at

slíkar sjúkur heldur ikki sleppa til og úr Føroyum til onnur lond. Lógin

krevur stóra umsiting, og talan er um øki við nógvari heilsufakligari

vitan.

Við heimild í lógini eru settar í gildi:

– B. nr. 747 af 14.09.1993 for Færøerne om foranstaltninger mod

smitsomme sygdomme.

– B. nr. 748 af 14.09.1993 for Færøerne om forholdsregler mod

smitsomme sygdomme i skoler og daginstitutioner for børn og unge.

– B. nr. 749 af 14.09.1993 for Færøerne om behandling af lig.

– B. nr. 750 af 14.09.1993 for Færøerne angående smitstof, der er

farligt for menneskers sundhed.

– B. nr. 580 af 04.07.1997 for Færøerne om lægers anmeldelse af

smitsomme sygdomme m.v.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Sambært § 28 í lógini rindar heimastýrið allar útreiðslur, ið standast

av lógini, tó við ávísum undantøkum.

A. nr. 534 af 06.09.1988 om ligsyn m.v.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar sambært hesi lóg eru løgmálaráðharrin,

fútin, landslæknin, Sundhedsstyrelsen, kommunurnar í Føroyum og

løgreglan.

Uppgávan hjá løgmálaráðharranum sambært lógini er fyrst og

fremst at áseta neyvari reglur um líkskoðan. Løgmálaráðharrin skal

t.d. áseta reglur um, at lækni ella líkskoðari ikki kunnu skoða ein

deyðan, sum læknin ella líkskoðarin hava havt serligt tilknýti til. Eisini

skulu neyvari reglur verða ásettar, at líkskoðan kann verða gjørd av

tveimum líkskoðarum undir serligum umstøðum, t.e., at undir serligum

umstøðum er ikki kravt, at lækni skal vera við. Løgmálaráðharrin

kann eisini áseta neyvari reglur um líkviðgerð, og annars neyvari

reglur um líkskoðan og líkskurð í førum, sum ikki eru lýst í lógini.

Rættarlæknaliga líkskoðan gera løgreglan og landslæknin í felag, men

løgmálaráðharrin kann loyva, at aðrir læknar eisini eru við. Rættarlæknaligan

líkskurð ger ein serlækni, sum løgmálaráðharrin tilnevnir.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!