24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

124 · Hvítabók – Fylgibind 2

Kapittul 3

Aðrar lógir

Fiskaríbankin

L. nr. 54 af 17. 02 1978 om Kongeriget Danmarks Fiskeribank.

Lóggáva: Hetta er ein donsk lóg.

Fyrisiting: Lógin verður umsitin av Landbrugs- og fiskeriministeriet,

og dagligu umsitingina hevur Danmarks Hypotekbank og Finansforvaltning.

Fígging: Fíggjarligu ábyrgdina hava ríkismyndugleikarnir.

Viðmerkingar:

Núverandi samstarv við Danmark og lýsing av krøvum.

Tá ið Føroyar eru sjálvstøðugar, verður eingin donsk lóg galdandi í

Føroyum.

Men føroyingar hava lænt úr Fiskaríbankanum, sjálvt um eingi

nýggj lán eru tikin har leingi.

Skuldu føroyingar havt áhuga at lænt í Fiskaríbankanum, so átti

avtala at verið millum Danmark og Føroyar um hetta.

Íleggingargrunnurin fyri Føroyar

L. nr.28 af 29.01.1964 om en investeringsfond for Færøerne, som

senest ændret ved l. nr. 566 af 16.11.1997.

Lóggáva: Við hesi lóg frá 1964 varð Íleggingargrunnurin fyri Føroyar

stovnaður, og ásett varð, at 10 milliónir krónur skuldu verða rindaðar

í statsstuðli um árið í fíggjarárunum 1964/65 –1969/70. Seinni, frá

1970- 1976, lat danski staturin aftur pening í grunnin.

Ætlanin við grunninum var at fáa til vega pening til láns til størri

almennar íløgur, sum vóru neyðugar og ynskiligar fyri at menna føroyskt

vinnulív.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!