24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

1.12. Tilbúgving

Vinnumálastýrið · 183

– B. nr. 248 af 25.04.1988 om radioanlæg i forbindelse med den

landmobile tjeneste.

Fyrisitingarmyndugleikar: Lógin vísir til danskan myndugleika, og

danskur myndugleiki umsitur hana. Rakstraravtala er við Fjarskiftiseftirlitið

um at reka virksemið í Føroyum undir navninum: Radioeftirlitið.

Neyðugt verður at byggja upp vitan og royndir í altjóða samstarvi og

samskipan á økinum.

Lóggáva: Talan er um danskar rættarreglur um radiosamskifti og tilluting

av radiofrekvensum, settar í gildi fyri Føroyar. Tørvur er á at endurskoða

lógarøkið. Arbeiðið er longu í gongd og verður ætlandi liðugt í 1999, og

fer tað at verða nøktandi í sambandi við føroyskt málsræði.

Fíggjarviðurskifti: Talan er um inntøkufíggjað virksemi, har brúkararnir

gjalda fyri tænastuna. Sostatt eru eingin krøv um almenna fígging,

um økið kemur undir føroyskt málsræði.

A. nr. 337 af 02.10.1952 hvorved lov om Civilforsvaret sættes i kraft

på Færøerne

Fyrisitingarmyndugleikar: Innanríkismálaráðið, Íbúðarmálaráðið,

Landsstýrið, fútin og kommunurnar.

Í løtuni arbeiðir verkætlanarbólkur undir Vinnumálastýrinum við at

gera eina føroyska tilbúgvingarætlan, og verður sivilforsvarslógin

helst avtikin í sambandi við hetta arbeiði. Ætlanin er ikki at seta

donsku tilbúgvingarlógina í gildi í staðin, tí hon hóskar illa til

føroysk viðurskifti. Helst verður føroysk tilbúgvingarlóg smíðað, og

helst verður brand- og tilbúgvingarøkið samansjóðað, eins og í

Danmark.

Skal føroysk tilbúgvingarætlan verða gjørd, mugu fleiri myndugleikaspurningar

verða greiddir fyrst, tí tilbúgvingarøkið er partvíst danskt,

partvíst føroyskt ábyrgdarøki. T.d. er løgreglan oftast leiðari á skaðastaðnum,

og spurningurin er, um ein føroysk tilbúgvingarlóg kann

áleggja donskum myndugleikum skyldur og krøv. Í verandi støðu er

neyðugt við samráðingum við danskar myndugleikar, áðrenn slík føroysk

tilbúgvingarlóg kann verða gjørd.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!