24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Kapittul 4

Almanna- og heilsumálastýrið · 313

Rammulógin fyri almannaøkið, við útfyllandi

lóggávu

Rammulógin á sosiala økinum:

L.315 af 17. maj 1995.

Í 1995 var „L.nr. 315 fra 17.05.1995 om sociale ydelser på Færøerne“

sett í gildi sambært avtalu millum danskar og føroyskar myndugleikar.

Talan er um rammulóg, sum áleggur og gevur føroyskum myndugleikum

heimild at yvirtaka og áseta reglur um uppgávur, veitingar og

fyrisiting í almannaverkinum á hesum økjum:

• forsorgarhjálp

• pensiónsskipan

• serlig tilboð til fólk við sálarligum ella likamligum breki

• serlig tilboð til fólk við varandi sjúku- ella ellisbreki

• tilboð til fólk við serligum sosialum trupulleikum

• reglur um dagtilboð og hjálp til børn og ung

• barnagjald til einsamallar uppihaldarar

• heimahjálp

• revalideringshjálp

• dagpening við óarbeiðsføri av sjúku, barnsburð ella føðing

Orðið „rammulóg“ merkir, at føroyska heimastýrið innan fyri ávísar

rammur hevur fingið heimild til at áseta føroyskar reglur. Heimildin

til at áseta reglur sambært hesi lóg verður tulkað í eini rúmari merking

enn t.d. heimildin í rammulógini á heilsuøkinum, (sí kap. 5). Á

almannaøkinum verður eisini lóggivið á økjum, sum ikki beinleiðis

eru nevnd í rammulógini, og hetta ber t.d. ikki til sambært rammulógini

á heilsuøkinum.

Rammulógin ásetir, at donsku almannalógirnar, ið eru í gildi í Føroyum,

verða verandi í gildi, til tær verða avloystar av føroyskum løgtingslógum.

Sambært avtalu við danir skulu hesar vera lidnar í

seinasta lagi 1999, og sostatt verður almannaøkið bæði fyrisitingarliga

(frá 1975) og lógarliga føroyskt.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!