24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

144 · Hvítabók – Fylgibind 2

Ongar fyrisitingarligar ella fíggjarligar uppgávur eru knýttar at hesi

lóg.

Loðsur, sjóreglur o.a.

– L.nr. 157 af 22.12.1876 om Opfiskning af Ankere, Ankertouge og

andet Skibsredskab m.m.

Lóggáva: Lógin ásetir rættindi og skyldur hjá tí, sum finnur eitt akker

á botni, antin tað er leyst akker, ella akker, sum er bundið í boyu.

Somu reglur galda fyri aðra skipsútgerð, sum verður funnin á havbotninum.

Lógin er frá 1876 og er nú heilt ótíðarhóskandi og óneyðug.

Ongar fyrisitingarligar ella fíggjarligar uppgávur eru knýttar at hesi

lóg.

– L.nr. 68 af 29.03.1893 om Afståelse af Grund til Fyranlæg m.m.

Lóggáva: Lógin er um ognartøku av jørð til vitar og tað, sum til hoyrir,

t.e. onnur hús við vitan, veg og jørð til vitapassarafólkini. Flotamálaráðharranum

verður heimilað at áseta í hvørjum einstøkum føri,

hvat er neyðugt at ognartaka. Mett verður ikki, at henda lóg er neyðug

longur.

Í lógini er ásett, at ognartøka kemur undir vanligar reglur um ognartøku,

tá ið tað almennað skal byggja á privatari grund.

Tær fyrisitingarligu og fíggjarligu uppgávurnar eru helst álagdar

donskum myndugleikum.

– L.nr. 49 af 24.03.1899: Strandingslov for Færøerne, som ændret

ved lov nr. 127 af 15.04.1930.

– A.nr. 114 af 09.05.1912 om Politiets Pligter i Strandingstilfælde

paa Færøerne.

Sambært heimastýrislógini hoyra skipastrandingar undir lista A, og

teir myndugleikar, sum nevndir eru í lógini, landfúti, sýslumenn og

løgregla, hoyra undir lista B.

Fyrisiting: Sambært lógini verða skyldur álagdar fleiri myndugleikum,

tá ið skip er strandað ella er um at stranda. Hesir myndugleikar eru

løgreglan, sýslumenn, landfútin og amtmaðurin. Sama er við vraki og

stykkjagóðsi, sum rekur á land, og sum hevur eitt ávíst mett virði.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!