24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Undirvísingar- og mentamálastýrið · 249

6.2. Atgongd til hægri lestur í Danmark og hinum Norðurlondunum

Í 1996 varð avtala gjørd millum Danmark, Finland, Ísland, Norra og

Svøríki um javnbjóðis atgongd til hægri lestur hjá persónum í nevndu

londum við lærustovnarnar hjá hvør øðrum. Í avtaluni binda partarnir

seg til at tryggja øllum, sum ynskja at fara undir hægri lestur og sum

eru búsitandi í einum øðrum norðurlandi, javnbjóðis atgongd til

hægru lærustovnarnar í sínum egna landi.

Avtalan tilskilar, at londini: Danmark, Finland, Norra og Svøríki

skulu gjalda 22.000 danskar kr. fyri hvønn lesandi um árið. Gjørt

verður upp árliga, hvussu nógv lesandi, hvørt landið hevur í einum

øðrum landi, og verða netto útreiðslurnar ella inntøkurnar síðani

mótroknaðar í tí upphædd, sum hvørt landið rindar til Norðurlandaráðið.

Ísland er undantikið hesi reglu og rindar tískil einki fyri at hava

javnbjóðis atgongd til hægru lærustovnarnar í hinum Norðurlondunum.

Eitt sindur av ónøgd hevur verið við hesa avtalu. Serliga hava tað

verið Danmark og Svøríki, sum hava funnist at avtaluni, m.a. av tí at

gjaldið DKK 22.000 er ov lítið, men eisini tí ov nógv fremmand lesandi

eru komin til ávikavist Danmarkar og Svøríkis fyri at taka útbúgvingar,

sum eru dýrar og avmarkaðar í tali. Eitt dømi er norskir

læknalesandi í Danmark.

Føroyingar hava higartil verið partur av hesi norðurlendsku samstarvsavtaluni,

tí at føroyingar eru danskir ríkisborgarar. Danir hava

tískil goldið fyri teir føroyingar, sum lesa í hinum Norðurlondunum.

Um Føroyar taka fullveldi, verður neyðugt, at Føroyar koma við í

hesa norðurlendsku samstarvsavtalu, fyri á tann hátt at tryggja føroyingum

eitt breitt og dygdargott úrval av hægri lestrarmøguleikum.

Eitt sindur torført er at meta um, hvussu kostnaðarmikil ein tílík

avtala verður fyri Føroyar. Avtalan, sum er í gildi, fer úr gildi 31. desember

1999. Eftir hetta verður væntandi ein nýggj avtala gjørd, sum

kann fáa stóran týdning fyri Føroyar. M.a. verður áhugavert at síggja,

um upphæddin uppá 22.000 danskar kr. hækkar, um kvotur verða

settar á ávísar hægri útbúgvingar, og um Ísland framvegis sleppur

undan at gjalda fyri síni lesandi.

6.3. Lærlingaútbúgving

Avtala er gjørd við so at siga allar yrkisnevndir í Danmark um, at

føroysk sveinabrøv verða góðtikin í Danmark ájavnt við donsk sveinabrøv.

Treytirnar fyri, at so kann vera eru, at Læruráðið veitir trygd

fyri, at innihaldið í føroysku útbúgvingunum í minsta lagi er á sama

stigi, sum tilsvarandi útbúgving er í Danmark. Hetta verður m.a.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!