24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Almanna- og heilsumálastýrið · 311

gildi fyri Føroyar. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum

hevur eisini verið á fundi við danska heilsumálaráðharran um málið,

men einki er hent enn. Hetta er dømi um, hvussu illa núverandi skipan

um góðkenningarlógir virkar.

Tað er danska Heilsumálaráðið, sum saman við drotningini endaliga

skal undirskriva kongligu fyriskipanina og almannakunngera hana.

Fyriskipanin er sum sagt ikki komin í gildi enn, men verður tó tikin

við her, av tí at hon er samtykt á Løgtingi.

Um lóggávuna annars og samstarvsavtalu við donsku stjórnina, sí

inngangin til kapitlið. Tað, sum har stendur, er galdandi fyri allar

heilsuútbúgvingar.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Málsøkið er felagsmál, tað merkir, at fíggjarliga ábyrgdin av málsøkinum

liggur í Danmark.

Um upplýsingar um fíggjarligar avleiðingar annars, sí inngangin til

kapitlið. Tað, sum har stendur, er galdandi fyri allar heilsuútbúgvingar.

Tannrøktarar (Tannpleygarar)

Anording om ikrafttræden på Færøerne af lov om tandplejere.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru undirvísingarmálaráðharrin, heilsumálaráðharrin,

Sundhedsstyrelsen og fútin.

Uppgávan hjá undirvísingarmálaráðharranum er at góðkenna útbúgvingina

fyri tannrøktarar og í samstarvi við heilsumálaráðharran

at áseta neyvari reglur á økinum.

Uppgávan hjá heilsumálaráðharranum er at áseta neyvari reglur um

tannrøktarar og at virka sum kærumyndugleiki, tá ið kært verður um

avgerðir hjá Sundhedsstyrelsen.

Uppgávan hjá Sundhedsstyrelsen er at góðkenna tannrøktarar, eins

og tað kann taka góðkenningina frá teimum. Tannrøktarar kunnu eisini

sjálvir skriva góðkenning sína frá sær í eina ávísa tíð. Fyri góðkenningina

verður goldið eitt gjald, sum heilsumálaráðharrin ásetir. Sundhedsstyrelsen

kann eisini góðkenna tann, sum hevur tikið útbúgving,

sum kann verða javnmett við hana, sum nevnd er omanfyri. Góðkenning

sum tannrøktari kann verða afturtikin og afturgivin eftir reglunum

í „anordning om ikrafttræden på Færøerne af lov om Sundhedsvæsenets

Centralstyrelse.“ Kæra um Sundhedsstyrelsen kann

verða send heilsumálaráðharranum. Sundhedsstyrelsen almannakunnger,

hvør hevur fingið ella mist góðkenning, og hvør hevur skrivað

góðkenning frá sær. Sundhedsstyrelsen kann eisini áseta ávísar

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!