24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

324 · Hvítabók – Fylgibind 2

Uppgávan hjá Almannastovuni er at umsita viðbótina, sum landsstýrismaðurin

í almannamálum ásetir og staðfestir. Avgerðir, sum eru

tiknar sambært hesi lóg, kunnu verða kærdar til kærunevndina í almannamálum.

Upphæddin á viðbótunum verður á hvørjum ári ásett í kunngerð,

sum landsstýrismaðurin í almannamálum staðfestir eftir játtanini á

fíggjarlógini.

2. Lóggáva

Lógin er føroysk løgtingslóg. Sostatt verða eingi krøv í sambandi við

fullveldi sett til hetta øki.

Lógin er ikki umfatað av rammulógini, men verður tulkað sum

partur av pensiónsskipanini. Ætlanin er at seta hesa viðbót til pensiónistar

inn í lógini um almannapensiónir.

Kunngerðir, settar í gildi við heimild í hesi lóg:

– K. nr. 21 frá 06.03.1998 um viðbót til ávísar pensiónistar o.a.,

broytt við K. nr. 54 frá 24.04. 1998 (bert í gildi fyri fíggjarárið

1998).

– K.nr. 3 frá 12.01.99 um viðbót til ávísar pensiónistar o.a.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Heimastýrið rindar útreiðslurnar við blokkstuðlinum.

Samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima

Ll. nr. 64 frá 05.06.1984, broytt við Ll. nr. 46 frá 23.03.1993.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru Almannastovan, landsstýrismaðurin

í almannamálum, Føroya gjaldstova og kærunevndin í almannamálum.

Samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpum heima verður veitt teimum,

sum krevja støðuga hjálp. Upphæddin á samsýningini er tann

sama sum einkjupensiónsupphæddin. Almannastovan umsitur hesa

lóg, og Føroya gjaldstova rindar samsýningina. Tiknar avgerðir kunnu

verða kærdar til kærunevndina í almannamálum. Landsstýrismaðurin

í almannamálum ásetir neyvari reglur fyri, hvussu henda lóg verður

umsitin.

2. Lóggáva

Lógin er føroysk løgtingslóg og ásetir reglur um serlig tilboð til eldri

og óhjálpin. Hetta er uppi í rammulógini, og føroyska heimastýrið

hevur sostatt uppfylt ein part av rammulógini á hesum øki.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!