24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Varðhaldið

Samandráttur og niðurstøður · 11

Við fullveldinum koma útlendskar umboðsstovur og sendistovur,

og almennu vitjanirnar fara helst eisini at økjast. Hetta fer at hava

við sær serligar trygdaruppgávur, sum kunnu nerva dagliga raksturin.

Mett verður kortini ikki, at hetta fer at krevja fleiri starvsfólk ella at

tyngja nakað stórvegis um raksturin.

Kostnaður

Løgmansskrivstovan metir, at eitt føroyskt fullveldi er ført fyri at

átaka sær ábyrgdina av lóggávu og fyrisiting á hesum øki.

Men fíggjarliga er talan um eitt rættiliga tungt øki. 152 fólk starvast

hjá løgregluni í Føroyum, og rakstrarútreiðslurnar eru uml. 45 mió.

kr. árliga. Men aftur at hesum fær løgreglan, sum nevnt, nógvar

tænastur úr Danmark uttan at gjalda afturfyri. Løgmansskrivstovan

metir, at virðið á hesum tænastum er í meðal 8,4 mió. kr. til leiðslu

og sertænastur, 5 mió. kr. til serligan greiningarkostnað og 1,5-2 mió.

kr. afturat til starvsfólk til millumtjóða samstarv.

Sum er rindar løgreglan í Føroyum heldur ikki fyri útbúgving av

føroyskum løgreglufólki. Løgmansskrivstovan metir, at virðið liggur

um 2,6 mió. kr. árliga.

Um verandi løgregluskipan verður yvirtikin, sum hon er, og heimastýrið

skal rinda fult fyri allar tær tænastur, sum danir nú gjalda,

verður rakstrarkostnaðurin sostatt um leið 63 mió. kr.

Tað er tí av stórum týdningi, at í avtaluni um skiftistíðina verður

staðfest, at føroyska fullveldið ikki skal átaka sær alla ta fíggjarligu og

fyrisitingarligu ábyrgdina frá degi til dags, og at nakað av samstarvinum

millum løgregluna í Føroyum og Danmark kann halda fram í

skiftistíðini.

Løgmansskrivstovan mælir eisini til, at gjøllari útgreiningar verða

gjørdar av løgregluni fyri at kanna, um til ber at skipa eina føroyska

løgreglu um, so hon verður meira virkisfør og betur lagað til tann

føroyska tørvin. Harafturat skal verða kannað, um hon í samstarvi við

aðrar føroyskar myndugleikar eisini kann greiða aðrar uppgávur, enn

hon ger nú, soleiðis at nýggj servitan kann verða uppbygd í landinum,

og ágóðin av hesum kann ganga báðar vegir.

Í varðhaldinum starvast í dag 12 fólk, og tað kostar statinum góðar 4

mió. kr. árliga.

Men føroyingar við longri dómum enn eitt ár – teir eru millum ein

og fimm í senn – sita í fangahúsi í Danmark. Skulu langtíðarfangar

sita í Føroyum, mugu íløgur verða gjørdar, so hesum fangum verða

tryggjaðar hóskandi umstøður.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!