24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

310 · Hvítabók – Fylgibind 2

3. Fíggjarlig ábyrgd

Málsøkið er felagsmál, tað merkir, at fíggjarliga ábyrgdin av málsøkinum

liggur í Danmark.

Um upplýsingar um fíggjarligar avleiðingar annars, sí inngangin til

kapitlið. Tað, sum har stendur, er galdandi fyri allar heilsuútbúgvingar.

Kliniskir kostráðgevar (Kliniskir diætistar)

Anordning om ikrafttræden på Færøerne om kliniske diætister.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru Undirvísingarmálaráðið, heilsumálaráðharrin,

Sundhedsstyrelsen og fútin.

Undirvísingarmálaráðið hevur til uppgávu at góðkenna útbúgvingina

kliniskur kostráðgevi.

Heilsumálaráðharrin hevur til uppgávu at áseta neyvari reglur fyri

útbúgvingina. Heilsumálaráðharrin virkar eisini sum kærumyndugleiki,

tá ið kært verður um avgerðir hjá Sundhedsstyrelsen. Heilsumálaráðharrin

setir eina nevnd, sum skal døma um, um góðkenningar

undir serligum umstøðum kunnu verða góðtiknar.

Sundhedsstyrelsen hevur til uppgávu at tilluta góðkenningar. Góðkenning

má ikki verða tillutað einum, sum verður mettur at vera fólki

til bága í virki sínum, sum kliniskur kostráðgevi. Sundhedsstyrelsen

kann eisini góðkenna tann, sum hevur verið í øðrum londum og fingið

sær líknandi útbúgving sum ta donsku. Góðkenningin sum kliniskur

kostráðgevi kann verða tikin frá einum og givin aftur eftir reglunum

í „anordning om ikrafttræden på Færøerne af lov om Sundhedsvæsenets

centralstyrelse,“ (sí omanfyri). Ein kliniskur kostráðgevi

kann skriva góðkenning sína frá sær í eina ávísa tíð við at geva Sundhedsstyrelsen

boð um hetta.

Uppgávan hjá fútanum er, at um ein kliniskur kostráðgevi gerst

sekur í grovari ella endurtakandi misrøkt í starvi sínum, skal fútin

átala hetta, og verður kostráðgevin tá revsaður við bót ella hefti.

2. Lóggáva

Lógin ásetir krøvini fyri at kunna fáa góðkenning og virka sum kliniskur

kostráðgevi. Lógin kann verða sett í gildi fyri Føroyar við kongligari

fyriskipan, av tí at økið er felagsmál.

Uppskot til ríkislógartilmæli um „Lov om kliniske diætister“ varð

samtykt á Løgtingi í oktober 1997, men kongliga fyriskipanin er enn

ikki komin í gildi, hóast fyriskipanin varð send danska Heilsumálaráðnum

beint eftir samtyktina á Løgtingi, og Almanna- og heilsumálastýrið

síðan tá javnan hevur biðið um at fáa fyriskipanina setta í

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!