24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Kapittul 5

5. Millumlandasáttmálar

Løgmansskrivstovan · 101

Um lóggávu er at siga, at tá ið uttanríkismál koma undir føroyskt

málsræði, fara allir millumlandasáttmálar úr gildið fyri Føroyar í somu

løtu, sum Føroyar verða skipaðar sum land við fullveldi. Undantiknir

eru tó fullveldissáttmálin og marknasáttmálar.

Sambært galdandi millumtjóða rætti kunnu føroyskir myndugleikar

í hvørjum einstøkum føri gera av, hvør av galdandi sáttmálum skal

verða settur í gildi aftur fyri Føroyar. Her er tó at hava í huga, at lóg,

ið er sett í gildi fyri Føroyar, í sambandi við at millumlandasáttmáli

er lýstur at galda her, verður ikki ávirkað.

Millumtjóða sáttmálar á umsitingarøkinum hjá Løgmansskrivstovuni

Niðanfyristandandi upplýsingar eru grundaðar á upplýsingar úr lógarskránni

fyri Føroyar 1998 – „Lovregister for Færøerne 1998.”

Lógarskráin fevnir neyvan um allar lógir, serstakliga ikki tíðina undan

heimastýrinum. Aftan á heimastýrið má verða hildið, at hon fevnir um

allar sáttmálar, sum ríkisumboðið hevur lagt fyri heimastýrið. Fyrivarni

má verða tikið fyri, at tað er ikki heilt vist, at allir sáttmálar hava verið

lagdir fyri heimastýrið, hóast heitið sigir so. Tað kann t.d. vera tí, at

galdandi lóggáva fevnir um meira enn orðaljóðið í sáttmálanum, men

eisini tí, at framløgan hevur ikki verið í samsvari við heimastýrislógina.

Í tí føri er sáttmálin ikki í gildi fyri Føroyar, men hetta er ein spurningur

millum ríkismyndugleikarnar og heimastýrið. Mótvegis útlondum eru

ásetingarnar í sáttmálanum eisini í gildi fyri Føroyar.

Fólkaskráseting

1982 1/6: T.101 01.11.-90 Nordisk konvention om folkeregistrering

C.145 18/6-70 Optagelse i den internordiske

flytteordning

Arvur og skifti

1935 30/3: L.88 Nordisk konvention 1934 om arv og

dødsboskifte

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!