24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

80 · Hvítabók – Fylgibind 2

landssmálum. Tí starvast undir myndugleika Landsstýrisins í veruleikanum

fleiri enn tólv fólk við føroyskum uttanlandsmálum.

Spurningurin er so, um hetta er nóg mikið til at taka ímóti fyrsta

fullveldisdegi. Til tess at svara hesum er neyðugt at hyggja at, hvat ið

eigur at vera framt á fyrsta fullveldisdegi. Hesi stig mugu tá vera tikin:

Í fullveldissáttmálanum við Danmark mugu vera ásetingar um fyrisitingarligt

samstarv á uttanríkispolitiska økinum millum avvarðandi

myndugleikar í Føroyum og Danmark í eini skiftistíð upp á um leið 10

ár, alt eftir, hvussu skjótt føroyska uttanríkistænastan verður útbygd.

Føroya landsstýri má hava tikið stig til føroyskan limaskap í Sameindu

tjóðum, og á tann hátt hava tryggjað sær viðurkenning av fullveldi

Føroya frá limalondunum.

Við hesum tiltøkum og verandi manning Føroya í uttanríkismálum

ber til at taka ímóti fyrsta fullveldisdegi, men greitt er, at tá má alt

fyri eitt farast til verka at byggja upp eina føroyska uttanríkistænastu,

bæði innan- og uttanlands, um ikki Føroya landsstýri ætlar at fyrisitingarliga

samstarvið við danska uttanríkismálaráðið, ásett í fullveldissáttmálanum,

skal gerast varandi.

Av tí at ein føroysk uttanríkistænasta fer at krevja 36 fólk aftur at

teim 12, sum nú eru, er greitt, at fólk mugu útbúgvast, setast í starv

og eftirútbúgvast. Tað verður helst trupult at seta fleiri enn trý ella

fýra fólk hvørt árið. Av tí at vit kunnu rokna við einum ávísum fráfalli,

kunnu eini 10-15 ár fara at ganga, áðrenn føroyska uttanríkistænastan

verður fullmannað. Føroya landsstýri eigur tí at fáa í lag

semjur við fleiri lond um at læra upp starvsfólk í føroysku uttanríkistænastuni

til tess at menna førleika teirra sum sendifólk.

Ymsar hugsanir kunnu vera um, hvar Føroyar eiga at hava sendistovur

og umboðsstovur. Eftir uppskotinum í hesi frágreiðing

verða fimm sendistovur og tvær umboðsstovur. Tá ið Føroyar eru

vorðnar fullveldi, fer tað at hava mestan skund at fáa stovnsett

sendistovuna í Keypmannahavn og umboðsstovuna í New York.

Frá fyrsta fullveldisdegi eigur ikki at ganga meira enn eitt ár, til

tey fyrstu útsendu fólkini fara til hesar báðar býir. Síðan eigur Føroya

landsstýri so líðandi eftir tørvi at fara undir at stovna umboðsstovur

og sendistovur.

Niðurstøðan um eina framtíðar føroyska uttanríkistænastu verður

tískil henda. Føroya landsstýri kann antin gera av at varðveita verandi

føroysku uttanríkistænastu og samsvarandi fullveldissáttmálanum

tryggja, at danska uttanríkistænastan tekur sær av føroyskum

uttanríkismálum á teimum økjum, har føroysk fyrisitingarorka ikki

røkkur, ella at fullmenna eina føroyska uttanríkistænastu sambært

hesi frágreiðing og samsvarandi fullveldissáttmálanum tryggja, at

danska uttanríkistænastan, alt eftir, hvussu nógv tann føroyska er

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!