24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

296 · Hvítabók – Fylgibind 2

Kapittul 3

Danskar góðkenningarlógir, settar í gildi í

Føroyum við kongligari fyriskipan

Inngangur

Í hesum kapitli verða lýstar allar góðkenningarlógir, (autorisatiónslógir),

sum galda í Føroyum. Góðkenningarlóg er lóg, sum ásetir krøvini

til góðkenning, (autorisatión), av heilsustarvsfólki. Lógirnar áseta

reglur um, hvørji krøv verða sett til útbúgvingina sum heilsustarvsfólk,

hvør hevur rætt til at fáa góðkenning sum heilsustarvsfólk, og

hvørji krøv verða sett teimum, eftir at tey eru góðkend. Sundhedsstyrelsen

hevur fakliga eftirlitið við øllum góðkendum heilsustarvsfólki.

Vart verður gjørt við, at umframt góðkenningarlógirnar, sum

nevndar eru niðanfyri, eru í Danmark eisini lóg um kiropraktorar, um

sálarfrøðingar og um optikarar. Hesar góðkenningarlógir eru enn ikki

settar í gildi fyri Føroyar.

Góðkenningarlógir eru felagsmál, og eru sostatt hvørki yvirtiknar

fyrisitingarliga, lógarliga ella fíggjarliga. Lógirnar verða tí settar í gildi

í Føroyum við kongligari fyriskipan. Ein konglig fyriskipan er fólkatingslóg,

sum verður sett í gildi fyri Føroyar við teimum tillagingum,

sum føroyskar umstøður krevja. Fyriskipanin skal verða samtykt á

Løgtingi, áðrenn hon verður sett í gildi.

Høvuðsfyrisitingina sambært lógunum hava heilsumálaráðharrin og

Sundhedsstyrelsen.

Danska Heilsumálaráðið er ovasti fyrisitingarligi og politiski myndugleiki

á heilsuøkinum í Danmark. Áðrenn Heilsumálaráðið varð

stovnað, vórðu allar tess uppgávur greiddar í Innanríkismálaráðnum.

Har í donskum heilsulógum stendur Innanríkismálaráðið, er tað

sostatt oftast Heilsumálaráðið, sum nú umsitur uppgávurnar.

Í Heilsumálaráðnum arbeiða uml. 160 starvsfólk. Ráðið er skipað í

3 deildir við til samans 8 fakøkjum. Rakstrarjáttanin fyri fíggjarárið

1999 er 103,1 mió. kr.

Sundhedsstyrelsen er stýri undir danska Heilsumálaráðnum og er

samansett av sakkønum á heilsuøkinum. Sundhedsstyrelsen arbeiðir

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!