24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

178 · Hvítabók – Fylgibind 2

A. nr. 204 af 26.09.1936 om indrømmelse af fortrinsret ved ansøgning

om patent.

– B. nr. 142 af 01.05.1968 om patentankenævnet.

– A. nr. 543 af 23.10.1978 om at visse bekendtgørelser, der udfærdiges

af handelsministeren, ikke indføres i lovtidende.

– B. nr. 548 af 25.10.1978 angående ansøgninger om patent m.v.

– B. nr. 549 af 25.10.1978 om patentafgifter.

Fyrisitingarmyndugleikar: Fyrisitingarligi myndugleikin er patentdirektoratið.

Skal málsøkið koma undir føroyskt málsræði, verður mett, at samstarvsavtala

eigur at verða gjørd á økinum, tí tað hevði helst verið ov

tungt at umsitið sjálvstøðugt, eftir hvat tørvurin er.

Lóggáva: Lógin gevur tí, sum hevur gjørt eina uppfinning, ella tí, sum

hevur fingið rættin til uppfinningina, rætt til at søkja um at fáa patent

upp á hana, og soleiðis fáa einarætt til at brúka hana í vinnuligum

høpi.

Fíggjarviðurskifti: Fíggjarligu ábyrgdina av umsitingini hevur danski

staturin. Torført er at meta um, hvat kostnaðurin hevði verið, um

økið kom undir føroyskt málsræði, men við samstarvsavtalu við annað

land, verður kostnaðurin neyvan stórur, av tí at føroyskar patentumsóknir

eru fáar í tali.

L. nr. 341 af 06.06.1991: Varemærkelov, som sat i kraft for Færøerne

ved A. nr. 331 af 04.05.1994.

Fyrisitingarmyndugleikar: Patentdirektoratið, patentkærunevndin og

danski vinnumálaráðharrin.

Lóggáva: Lógin gevur vinnurekandi virki møguleika fyri við skráseting

ella við brúki at fáa einarætt til at brúka vørumerki sum serligt

eyðkenni fyri vøru ella tænastur, ið virkið bjóðar. Eitt vørumerki kann

t.d. vera figurur, orðasamanseting, bókstavir ella tøl.

Fíggjarviðurskifti: Fíggjarligu ábyrgdina av umsitingini hevur danski

staturin. Var økið føroyskt, kundi tað verðið umsitið av t.d. Skráseting

Føroya. Kostnaðurin verður ikki mettur at verða stórur.

L. nr. 342 af 06.06.1991: Fællesmærkelov, som sat i kraft ved A. nr.

331 af 04.05.1994.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!