24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

96 · Hvítabók – Fylgibind 2

3.6 Dómsvaldið

inum í Havn. Varðhaldið verður eisini nýtt sum fangahús fyri fólk, ið

hava fingið upp til 1 ára fongsulsrevsing. Fólk við longri dómum sita

vanliga í donskum fangahúsi, og tá hevur Kriminalforsorgin sosialu

tænastuna har. Farið verður eisini í skúlar kring oyggjarnar at siga frá

virkseminum hjá Kriminalforsorgini, tá biðið verður um tað.

Samstarv við aðrar stovnar

Samstarvsfelagar hjá Kriminalforsorgini eru m.a.: Føroya landfúti,

Landssjúkrahúsið – psyk. deild, Almannastovan, barnaverndir kring

landið, viðgerðarstovnar fyri misnýtslu av rúsevnum, kommunulæknar

og skúlar.

Starvsfólk og bygnaður

Starvsfólkini eru fýra. Deildarleiðarin og forsorgarmedarbeiðarin eru

sosialráðgevar, og harumframt er eitt skrivstovufólk og eitt reingerðarfólk,

ið eru nakrar tímar um vikuna.

Tá tørvur er á fakligari serhjálp ella hjálp til t.d. telduskipanina,

vendir Kriminalforsorgin sær til danska direktoratið. Starvsfólkið er á

somu skeiðum og fær somu undirvísing, sum starvsfelagar í Danmark.

Kostnaður

Stovnurin hoyrir, sum nevnt, undir Direktoratet for Kriminalforsorgen,

og hevur sostatt ikki sjálvstøðuga konto á donsku fíggjarlógini.

Í 1998 kostaði stovnurin 1.041.481 kr. at reka. Tá er alt uppíroknað.

Inntøkur eru ongar.

Niðurstøður

Við støði í lýsingini av Kriminalforsorgini sæst, at talan er um lítlan

stovn, og sigast kann, at tað skuldu ikki verið stórvegis trupulleikar

av, at málið kom undir føroyskt málsræði.

Tó er talan um ávís krøv, t.d. um hvussu virksemið skal verða útint.

Sum er, ger Løgmálaráðið hetta arbeiði.

Fyrisitingarliga verður ikki mett, at tørvur verður á fleiri fólkum,

men talan verður um sama starvsfólkatal, sum forsorgin hevur nú.

Sum er, kostar stovnurin góða millión at reka. Talan kann verða um

at gera samstarvsavtalu við Løgmálaráðið í eini skiftistíð.

Sambært løgtingslóg um grundlógarnevnd skal nevndin, umframt

grundlógararbeiðið, gera uppskot til føroyska rættarskipan. Í viðmerkingunum

frá Landsstýrinum til lógaruppskotið stendur, at nevndin

kann seta ein serligan undirbólk ella undirnevnd at arbeiða burturav

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!