24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Fiskimálastýrið · 139

Skráseting Føroya umsitur øll skrásetingarmál undir Fiskimálastýrinum,

t.e. bæði skipaskráseting, partafelagslóggávu o.a. Av tí at skipaskráseting

er føroyskt sermál, er tað serliga lóggávan um parta- og

smápartafeløg, vinnurekandi grunnar o.a., sum er viðgjørd í frágreiðingini.

Talan er sum kunnugt um felagsmál, og øll lóggávan er donsk.

Hinvegin verður økið umsitið í Føroyum, og verður somuleiðis fíggjað

í Føroyum við skrásetingargjøldum og yvir fíggjarlógina.

Viðvíkjandi fyrisiting av skrásetingarmálum skal tó verða nevnt, at

verður kært um avgerðir hjá Skráseting Føroya í sambandi við partaog

smápartafelagslógina og lógina um vinnurekandi grunnar, er

Industriministeriets Erhvervsankenævn kærumyndugleiki. Skal hetta

eisini skal verða umsitið í Føroyum, verður mælt til, at kærumyndugleikin

framyvir verður Føroya Kærustovnur, tí kærur av hesum slag

koma so sjáldan fyri, at neyðugt er ikki at skipa serliga fyrisiting bert

til kærumál.

Sambært „lov om Erhvervsdrivende fonde“ skal Erhvervs- og Selskabsstyrelsen

góðkenna, at ein grunnur hoyrir undir lógina, og tí

kann verða skrásettur í Føroyum. Erhvervs- og Selskabsstyrelsen er

grunsmyndugleiki, og Løgmálaráðið skal góðkenna broytingar í viðtøkununum

hjá vinnurekandi grunnum. Mett verður, at Skráseting

Føroya kann vera tann góðkennandi myndugleikin og grunsmyndugleiki.

Møguliga kann løgdeildin á løgmansskrivstovuni góðkenna viðtøkubroytingar.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!