24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Løgmansskrivstovan · 79

kann fáa týdning fyri føroyskar útflutningsfyritøkur. Mangt bendir á,

at í løtuni hava føroyskar útflutningsfyritøkur trupult við at koma

framat á fjarmarknaðum, serstakliga tí at tær ikki hava fíggjarorku til

at stovna egnar skrivstovur á fremmandum marknaðum til marknaðarføring.

Sostatt kundu føroyskar sendistovur og umboðsstovur,

umframt at røkja stjórnarsamskifti Føroya við onnur lond, eisini arbeitt

fyri handilsligum áhugamálum hjá føroyskum útflutningsfyritøkum.

Búskaparlig árin av útlendskum sendistovum í Føroyum

Verða Føroyar fullveldi, fara onnur lond væntandi at fáa sær sendistovur

í Havn. Í løtuni er ilt at siga, hvussu nógvar tær kunnu fara at

verða, tí at eingin ivi er um, at fleiri av londunum fara at mæla til, at

sendiharrum teirra í grannalondum Føroya verður veitt sendiheimild

til eisini at starvast í Føroyum.

Tó er líkt til, at umframt Norðurlond fara stórveldini at hava sendistovur

í Havn. Havandi í huga, hvussu lítil føroyski búskapurin er,

kann virksemið hjá hesum sendistovum fáa týdning fyri inntøkusíðuna

á fíggjarløgtingslógini og fyri føroyska búskapin yvirhøvur. Við

øðrum orðum kann virksemið hjá útlendskum sendistovum fyri ein

part javna út samfelagsbúskaparligu útreiðslurnar av eini føroyskari

uttanríkistænastu.

Samandráttur

Við støði í tí uppskoti, sum lýst er omanfyri um eina føroyska uttanríkistænastu,

verður í fyrstu syftu einans tørvur á framhaldandi samstarvi

um ræðismál. Tørvurin fer tó at minka so hvørt, sum føroyska

uttanríkistænastan fær í lag eina skipan við føroyskum ræðismonnum

kring heimin. Nevnast skal, at slíkar skipanir vanliga ikki bera við sær

útreiðslur. Tó kunnu í einstøkum førum verða útreiðslur av ítøkiligum

málum.

Til tess at stovna eina føroyska uttanríkistænastu krevjast væl umhugsaðar

ætlanir, peningur og fólk og eftirútbúgving av fólki. Ikki

verður tó byrjað heilt á berum sum í Íslandi í ávikavist 1918 og 1944.

Føroya landsstýri hevur longu eina uttanlandsdeild á Løgmansskrivstovuni

við seks fólkum og einum fólki í Brússel. Aftur at hesum sjey

á uttanlandsdeildini eru knýtt trý fólk at viðskiftastovuni í Keypmannahavn,

og eitt er í Aberdeen. Harafturat er eitt starvsfólk, sum í

løtuni starvast við uttanlandsmálum Føroya á eini skrivstovu í danska

uttanríkismálaráðnum, men sum verður lønt av Løgmansskrivstovuni,

og sum vísir til hennara. Sostatt hevur føroyska uttanlandstænastan

tólv fólk í starvi til samans. Her eru ikki tald við tey starvsfólk hjá

aðalstýrunum, ið undir verandi heimastýrisskipan arbeiða við uttan-

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!