24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

146 · Hvítabók – Fylgibind 2

loðsstjóra, sum er settur av kongi. Hesin stjóri setir loðsar í starv.

Loðsstjórin kann seta loðs til formann, har fleiri enn ein loðsur er í

starvi. Á minni plássum, har einki loðsverk er, kann loðsstjórin seta í

starv hjálparar, sum skulu virka undir somu reglum, sum aðrir loðsar.

Fígging: Sambært lógini skal loðsskipanin mest fíggja seg sjálva. Tá ið

tað ikki ber til, kann ríkiskassin veita stuðul.

Í hesum sambandi kann verða viðmerkt, at føroyska vitatænastan,

sum verður rikin av Farvandsvæsenet, nýtir 7,4 ársverk til tænastumenn

og vitapassarar.

– L.nr. 118 af 28.03.1951 om skibsfartens betryggelse, som ændret

ved Anordning nr. 583 af 30.06.1994.

– A.nr. 57 af 27.02.1952 om ikrafttræden af lov om forholdsregler til

skibsfartens betryggelse

– B.nr. 223 af 25.08.1926 angaaende Betimeligheden af at føre fast

hvidt Agterlys i større Fiskefartøjer under Gang om Natten på

Fiskepladser.

– A.nr. 164 af 23.07.1929 angaaende Rorkommandoen i danske

skibe.

– A.nr. 319 af 17.12.1932 vedrørende Forholdregler til Betryggelse af

Sejladsen for Skibe i Nærheden af Is.

– Bekendtgørelse nr. 263 af 02.08.1938 angaaende Forholdregler til

Betryggelse mod Dybdeforringelser i danske Farvande.

– B.nr. 186 af 26.05.1965 om skibsfartens betryggelse.

– B.nr. 340 af 26.07.1967 om signaler for fiskeskibe.

– B.nr. 819 af 06.12.1990 om søvejsregler.

Henda lóggáva er felagsmál. Sitandi samgonga hevur avtalað í samgonguskjalinum,

at málsøkið skal verða yvirtikið. Hetta er eisini staðfest

í avtaluni við donsku stjórnina í juni 1998. Sum er, umsita ríkismyndugleikarnir

økið.

Lóggáva: Lógin hevur gildið fyri øll skip og allar bátar. Lógin áleggur

einum og hvørjum førara at boða frá, um hann verður varugur

við eitthvørt, sum kann vera til vanda fyri trygdina á sjónum, sum

t.d. rekaís, vrak á sjónum, ódnarveður o.a. Boðini skulu verða givin

øllum skipum nærindis og nærmastu myndugleikum, sum samband

fæst við. Álagt kann eisini verða førara at vera eini veðurtænastu til

hjálpar við at gera veðurmátingar og senda tær til danskar myndugleikar.

Førarin á einum og hvørjum skipi hevur skyldu til at veita neyð-

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!