24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

208 · Hvítabók – Fylgibind 2

Kapittul 5

Mál, sum Danmark umsitur, og sum natúrliga

kunnu verða skipað undir tey ávísu málsøkini

og møguligar samstarvsavtalur

Kortlegging, t.e. at gera kort av Føroyum, er uppgáva hjá Kort- og

Matrikelstyrelsen. Henda uppgáva kann verða løgd undir Vinnumálastýrið

og Matrikkulstovuna.

Løggildi, (akkreditering), verður veitt við heimild í danskari vinnuframalóg,

sum eyðsýnt ikki kann vera í gildi, um ríkisrættarstøðan

verður broytt. Í Íslandi er ein løggildisstova, (akkrediteringsstovnur),

sum t.d. løggildar kemiskar kanningarstovur. Í Føroyum kundi tílíkur

stovnur verðið skipaður undir ein av stovnum Vinnumálastýrisins.

Samstarvsavtala kundi verðið gjørd við annað land um løggildisskipan.

Einkarætt og mynsturlóggávu umsita danska patentdirektoratið o.o. Í

Føroyum kundi Skráseting Føroya umsitið økið, men neyðugt verður

helst at gera samstarvsavtalu við onnur lond um t.d. patentrættin, tí

neyvan er grundarlag undir einum patentstovni í Føroyum.

Havumhvørvisvernd hava danskir myndugleikar umsitið. Nú økið er

vorðið føroyskt, er neyðugt, at landsstýrismaðurin í umhvørvismálum

býtur uppgávurnar millum ymsu aðalstýrini.

Radiosamskifti, herundir serstakliga altjóða samstarv og frekvensfyrisiting,

verður heilt lagt saman við Fjarskiftiseftirlitinum, ið er stovnur

undir Vinnumálastýrinum. Tørvur er á einum starvsfólki við góðum

førleika.

Ilt er at siga, hvør skal umsita tilbúgvingarøkið av røttum, um málsøkið,

sum er partvíst føroyskt og partvíst danskt, skal verða føroyskt

burturav. Tilbúgving er sundurbýtt millum land og kommunur, umframt

at hon fevnir um fleiri aðalstýri. Tilbúgvingarøkið fevnir m.a.

um sjúkrahúsverkið (Almanna- og heilsumálastýrið), løgregluna,

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!