24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

18 – Hvítabók – Fylgibind 2

Almanna- og heilsumálastýrið · 273

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar sambært hesi lóg eru innanríkisráðharrin,

Sundhedsstyrelsen og føroysku kommunurnar.

Kommunurnar skulu sambært hesi lóg tryggja børnunum í kommununi

at fáa upp til 9 ókeypis, fyribyrgjandi heilsukanningar av lækna.

Av teimum skulu tríggjar vera, áðrenn barnið hevur fylt 1 ár.

Uppgávan hjá innanríkisráðharranum sambært hesi lóg er at áseta

neyvari reglur á økinum og at áseta ta samsýning, sum lækni fær fyri

at gera kanningarnar.

Uppgávan hjá Sundhedsstyrelsen er at áseta neyvari leiðreglur um

kanningarnar og frágreiðingarskyldu sambært lógini.

2. Lóggáva

Økið er partur av arbeiðinum hjá kommunulæknunum, (sí kap. 5).

Lógarliga verður økið regulerað í Danmark. Fólkatingið hevur sett

lógini í gildi fyri alt ríkið, t.e., at eingin avmarking er sett í donsku

lógina um, at hon kann verða sett í gildi í Føroyum við kongligari

fyriskipan. Lógin umfatar tískil eisini Føroyar. Lógin er avtikin í Danmark,

og læknakanningar av børnum verða í staðin reguleraðar í „L.nr.

438 af 14 juni 1995 om forebyggende sundhedsordninger for børn

og unge.”

Henda lóg er ikki sett í gildi fyri Føroyar, men ætlanin er at gera

føroyska løgtingslóg á hesum øki við heimild í rammulógini fyri

heilsuøkið, (sí kap. 5). Av tí at danska avtøkan av gomlu lógini ikki er

lýst í Føroyum, er lógin enn galdandi her sbrt. „L.nr. 735 af 06.12.89

om kundgørelse af love, anordninger og bekendtgørelse på Færøerne.“

Tá ið henda lóg er tilevnað og sett í gildi, verður lóg um læknakanningar

sett úr gildi, og tá hava vit yvirtikið økið sambært § 9 í heimastýrislógini.

Í hesum føri er ikki talan um faklig krøv til eitt ávíst heilsuøki ella

um altjóða standard fyri heilsuøkið, men lógin ásetir bert reglur um

veitingar til borgarar í Føroyum viðv. læknakanningum av børnum.

Donsk kunngerð, sett í gildi sambært galdandi lóg:

– B. nr. 576 af 10.12.1981 om lægeundersøgelse af børn.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Sambært lógini verður skipanin umsitin á tann hátt, at kommunurnar

rinda læknunum samsýningina sum forskot. Helvtin av útreiðslunum

hjá kommununum í hesum sambandi verða endurgoldnar av danska

statskassanum, (endurgjaldsskipanin). Sum kunnugt er endurgjaldsskipanin

sett úr gildi sambært avtalu við danir í 1987, og blokkstuðulin

er komin í staðin. Lógin verður tí umsitin á tann hátt, at sam-

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!