24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

100 · Hvítabók – Fylgibind 2

• sergjørd útgerð, (bilar og onnur samskiftistól, ritbúnaður, búnar,

trygdar-og verndarútgerð, o.tíl.)

• útbúgving, (grundútbúgving, framhaldsútbúgving, eftirútbúgving

og viðlíkahaldsútbúgvingarskeið)

• kriminaltekniskar kanningar

Her kunnu vit við vissu siga, at av tí at fólkatalið her er so lítið, liðið

er fáment, og seruppgávurnar av hvørjum slagi so fáar, verður løgreglan

bíligari í rakstri, og nevndu tænastur verða betri og støðugari,

um vit gera samstarvsavtalur við eitt ella fleiri onnur lond, ið hvussu

so er fyri partar av uppgávunum.

Ræður um skráseting, er helst rímiligt at siga, at av tí sambandið

millum fólk í Føroyum og í Danmark er so tætt, hevði tað verið fyrimunur

fyri báðar partar, um ein skipan, sum er átøk teirri verandi,

kundi hildið áfram, tó at hetta ikki er alneyðugt. At økið verður føroyskt

hevur við sær fyri Føroyar, at antin má skrásetingarlóggávan

verða broytt, ella ein serlig lógarheimild verða gjørd. Fyri Danmark

verður fortreytin væntandi, at føroyski parturin av skipanini lýkur ESkrøv

fyri skrásetingarreglur í sambandi við triðjalandssamstarv um

persónsskráir.

Dómsvaldið

Roknað kann verða við, at neyðugt verður at gera samstarvsavtalur í

eini skiftistíð. Nógv og ymisk krøv verða sett til dómsvaldið, bæði á

fakøkinum og á skipanarøkinum.

Sum nevnt í lýsingini av dómsvaldinum, fer ein serlig undirnevnd

undir grundlógarnevndini at arbeiða burturav við hesum evni, og tí

verður økið ikki lýst neyvari í hesi syftu.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!