24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Løgmansskrivstovan · 45

sum regulerar viðurskiftini millum borgararnar í samfelagnum. Tað,

sum eyðkennir økið, er, at fáar lógarbroytingar verða gjørdar, (sí

kapittul 2). Hetta merkir, at málini krevja ikki stóra fyrisiting, uttan

tað, at donsku rættarreglarnar verða týddar til føroyskt. Mett verður,

at týðingararbeiðið kann verða gjørt eftir stuttari tíð.

Í føroysku rættarreglunum, sum vísa til danskar myndugleikar,

verður neyðugt at strika ávísar tilvísingar. Lítið og einki arbeiði er av

hesum.

At ríkislóggáva, ið er viðgjørd undir kap. 2.1, fer undir føroyskt málsræði,

kemur hinvegin at seta løgdeildini nýggj krøv, tí neyðugt verður tá

at fylgja við gongdini á økinum, bæði uttan- og innanlands, fyri at vera

búgvin at gera neyðugar lógarbroytingar á økinum.

Skulu Føroyar umsita uttanlandsmál burturav, krevur hetta harumframt,

at løgdeildin verður styrkt, serliga tá ið ræður um altjóða rætt.

Tað er torført at ímynda sær, at løgfrøðiligu uppgávurnar á hesum

øki kunnu verða greiddar í einum umhvørvi við færri enn fýra ársverkum.

Uttanríkistænasta

Á uttanlandsøkinum eru tveir møguleikar. Annar møguleikin er at

varðveita verandi føroysku uttanríkistænastuna og í fullveldissáttmálanum

tryggja, at danska uttanríkistænastan tekur sær av føroyskum

uttanríkismálum, har ið føroysk fyrisitingarorka ikki røkkur.

Um henda avgerðin verður tikin, verða eingi stórvegis krøv til føroysku

fyrisitingina.

Hin møguleikin er, at Føroya landsstýri ger av at fullmenna eina

føroyska uttanríkistænastu sambært frágreiðingini í hesum áliti. Um

henda avgerðin verður tikin, kann talan verða um at seta 36 fólk aftur

at teim núverandi 12. Tað er greitt, at starvsfólkini skulu útbúgvast,

setast í starv og eftirútbúgvast. Mett verður, at helst verður trupult

at seta fleiri enn trý ella fýra fólk um árið. Av tí at roknast skal við

ávísum fráfalli, verður mett, at eini 10-15 ár fara at ganga, áðrenn

føroyska uttanríkistænastan verður fullmannað.

Verður avgerð tikin um at byggja upp eina føroyska uttanríkistænastu,

setir hetta krøv til fyrisitingina, sum skal vera til reiðar at skipa

starvsfólkaviðurskiftini til tann tørvin, sum verður. Hugsað verður serliga

um útbúgvingarviðurskiftini.

Harumframt verður eisini talan um praktisk viðurskifti sum t.d. at

geva sendistovum og umboðsstovum neyðugar arbeiðsumstøður.

Sivilrættarmál

Um sivilrættarmál, (kap. 3.2), er at siga, at henda uppgáva er nógv

minni enn uppgávan at røkja uttanríkistænastuna. Mett verður í

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!