24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Almanna- og heilsumálastýrið · 297

leyst av Heilsumálaráðnum og hevur tær heilsufakligu uppgávurnar

á heilsuøkinum um hendi. Rakstrarjáttanin fyri fíggjarárið 1999 er

127,0 mió. kr.

Um góðkenningarlógir kann sum heild verða sagt, at tær allar lúka

altjóða krøv fyri heilsuútbúgvingar. Viðmerkt verður eisini í hesum

sambandi, at ein harmonisering er gjørd í ES, sum tryggjar, at heilsuútbúgvingar

skulu lúka somu krøv, bæði í londum í ES og í EBS. Góðkenningarlógirnar

eru ikki tiknar við í rammulógina um heilsuverkið,

(sí kap. 5), tí mett varð ikki, at føroyska heimastýrið hevði serkunnleika

og orku á økinum til at áseta reglur. Mett varð heldur ikki, at

heimastýrið hevði orku til at halda skipanina við líka við at seta neyðugu

lógirnar á økinum í gildi og dagføra tær og hava fakligt eftirlit

við heilsustarvsfólkinum.

Í dag hevur føroyska umsitingin stórar trupulleikar við at dagføra

góðkenningarlógirnar, so at hesar hava sama orðaljóð sum tær donsku.

Tað krevur størri umsiting at gera hetta arbeiði til fulnar.

Tá ið góðkenningarlóg verður sett í gildi ella dagførd, verða næstan

ongar broytingar gjørdar frá tí donsku lógini. Hetta, tí at lógirnar bert

snúgva seg um altjóða standardir fyri heilsuligum útbúgvingum, og

tískil ikki um serføroyskar umstøður. Hóast hetta hava slíkar lógir

nógva umsiting við sær í Føroyum.

At geva eina mynd av hesi umsiting, skal greitt verða frá mannagongdini,

tá ið slík lógaruppskot koma fyri.

Lógin verður fyrst send til hoyringar hjá øllum viðkomandi stovnum.

Almanna- og heilsumálastýrið og stovnarnir skulu seta seg gjølla

inn í lógartekstin fyri at vita, um eitthvørt skuldi verið broytt afturímóti

tí donsku lógini. Tá ið hoyringarsvar eru afturkomin, skal Almanna-

og heilsumálastýrið samanskrivað svarini, gera gjølligar viðmerkingar

til lógaruppskotið og síðani senda uppskotið til eftirkanningar

á lógardeildini á Løgmansskrivstovuni. Lógardeildin skal somuleiðis

seta seg gjølla inn í uppskotið, gera viðmerkingar og senda hetta

aftur til stýrið. Stýrið og lógardeildin diskutera síðani, um broytingar

skulu verða gjørdar í uppskotinum. Síðani verður uppskotið sent á

landsstýrisfund og viðgjørt av øllum samgonguflokkunum sum vanligt

lógaruppskot. Á Løgtingi skal uppskotið hava tríggjar viðgerðir umframt

nevndarviðgerð sum vanligt lógaruppskot. Eftir at uppskotið er

samtykt, verður tað sent aftur til Almanna- og heilsumálastýrið, sum

sendir samtykta uppskotið ígjøgnum ríkisumboðið niður til donsku

stjórnina. Danski ráðharrin á økinum skal saman við drotningini

undirskrivað kongligu fyriskipanina, og ríkisumboðið lýsir síðan

fyriskipanina í Kunngerðablaðnum B. Skulu broytingar seinni verða

gjørdar í lógini, skal nevnda mannagongd ganga um aftur, og heldur

ikki í hesum umfari verða broytingar gjørdar frá danska tekstinum.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!