24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

SAMSTARVSAVTALUR

Innsetaratrygdargrunnurin

Fíggjareftirlitið

Altjóða samarbeiði

Tíðarhvarv

Fíggjarmálastýrið · 133

Sum nevnt omanfyri, eiga samráðingar at verða tiknar upp við danir

um, at núverandi skipan við innsetaratrygdargrunninum kann halda

áfram á sama hátt sum higartil.

Tað hevði óivað verið hent hjá føroyska fíggjareftirlitinum at havt

samstarvsavtalu við danska fíggjareftirlitið í fyrstani.

Tað eru partar av tílíkum eftirliti, sum serkunnleiki møguliga eigur

at verða keyptur til. Her verður hugsað um peningastovnarnar.

Harafturat kunnu ivamál stinga seg upp, og áðrenn alt er komið í

fasta legu, er hent at hava onkran at spyrja, sum hevur royndirnar.

At her verður skotið upp at keypa serkunnleikan úr Danmark,

kemst av, at danska fíggjareftirlitið hevur havt eftirlitið við peningastovnunum

higartil, og føroyska lóggávan fer at líkjast mest tí donsku,

ið hvussu er eina tíð.

Viðvíkjandi gjaldoyra og fíggjareftirliti eru altjóða samstørv sum t.d.

IMF, Heimsbankin og „Baselnevndin”. Og í ES-samstarvinum er bæði

formligt og óformligt samstarv sum t. d. ráðgevandi bankanevndin hjá

ES, fíggjareftirlitsnevndin hjá ECB, (Evropeiska sentralbankanum) og

óformligi kontaktbólkurin, har londini í EBS eru eygleiðarar.

Støðan hjá Føroyum í hesum samstarvi veldst um, hvussu valutaviðurskiftini

hjá okkum verða skipað, og hvørji lond Føroyar, sum

sjálvstøðugur statur, kemur at gera samstarvsavtalur við. Út frá tí

kunnu vit meta um, hvussu nógv orka eigur at verða nýtt í hesum

samstarvi.

Tað er ikki so, at neyðugt er at vera við frá fyrsta fullveldisdegi.

Tað tekur ikki langa tíð at gera lógirnar, so tær virka sum føroyskar

lógir. Tað kann næstan verða gjørt frá degi til dags. Men banka- og

sparikassalógin og lógin um virðisbrævahandil saman við øllum kunngerðunum

er rúgvismikið lógartilfar, so tað tekur tíð at føroyska og

einfalda lógirnar.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!