24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

344 · Hvítabók – Fylgibind 2

Royndarskipan fyri eldrarøkt í Sandoynni

Ll. nr. 63 frá 20.05.1996

1. Fyrisitingarligir myndugleiki og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru landsstýrismaðurin í almannamálum,

Almannastovan, Heimarøktin og kærunevndin í almannamálum.

Fyri at royna at sameina røktarheimsrakstur og heimarøkt hevur

landsstýrismaðurin í almannamálum heimild til at seta í verk royndarskipan

fyri eldrarøkt í Sandoynni. Almannastovan, (Heimarøktin),

umsitur lógina, og avgerðir hennara kunnu verða kærdar til kærunevndina

í almannamálum.

Royndartíðin er sett til 5 1/2 ár og er galdandi til 31. des. 2001.

2. Lóggáva

Lógin er føroysk løgtingslóg.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Landskassin rindar útreiðslurnar sambært lógini.

Stuðul til uppihaldsskyldug

Ll. nr. 90 frá 06.06.1997

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru landsstýrismaðurin í almannamálum

og Almannastovan.

Landssýrismaðurin hevur heimild til at áseta neyvari reglur sambært

lógini, og Almannastovan umsitur lógina.

2. Lóggáva

Málið við lógini er at veita teimum stuðul, sum tað almenna hevur

álagt at gjalda uppihaldspening til børn yngri enn 18 ár, og sum ikki

búgva hjá uppihaldskylduga. Landsstýrismaðurin í almannamálum

kann áseta neyvari reglur um fyrisitingina av hesi lóg, og við kunngerð

nr. 143 frá sep. 1997 er álagt Almannastovuni at umsita lógina. Avgerðir,

tiknar sambært hesi lóg, kunnu verða kærdar til landsstýrismannin

í almannamálum

Lógin er føroysk løgtingslóg.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Landskassin ber útreiðslurnar sambært lógini.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!