24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Kapittul 7

Samstarvsavtalur fyri Almanna- og

heilsumálastýrið

Inngangur

Almanna- og heilsumálastýrið · 351

Fyri at fáa eina meira fullfíggjaða lýsing av, á hvørjum økjum samstarvað

verður við danir í dag, og hvønn týdning hetta samstarv hevur

á teimum ymsu landsstýrismálaøkjunum, gjørdi fyrisitingarbólkurin

av, at umframt at lýsa lóggávuna, so skuldu eisini verða lýstar bæði

formligar og óformligar avtalur, sum eru ímillum danska statin og

heimastýrið á økjunum.

Almanna- og heilsumálastýrið sendi skriv út til allar stovnar í stýrinum,

danskar myndugleikar á økinum í Føroyum og áhugafeløg, um

at fáa lýst bæði formligar og óformligar avtalur, sum hesir stovnar og

áhugafeløg hava við danska statin.

Við formligar avtalur verður hugsað um skrivligar avtalur, og við

óformligar avtalur verður hugsað um aðrar munnligar avtalur, har

uppgávurnar eru fíggjarliga tungar ella krevjandi fyri stovnin.

Almanna- og heilsumálastýrið hevur ikki fingið svar frá øllum

stovnum sínum í sambandi við nevnda skriv, men niðanfyri verður

samandráttur gjørdur av svarunum, sum eru innkomin frá stovnum

og áhugafeløgum á almanna- og heilsuøkinum.

STOVNAR UNDIR ALMANNA- OG HEILSUMÁLASTÝRINUM

Almannastovan

Almannastovan hevur ongar formligar avtalur við danir annað enn

tað, sum er staðfest í almannalógunum. Avtalur eru tó við „Den

Sociale Sikringsstyrelse“ í sambandi við umsiting av „Nordisk Konvention

om Social Sikring.“ Samstarvið er ókeypis. Viðmerkt skal

verða, at samstarvað verður eisini við Ísland og Noreg um henda sáttmála,

og hetta er eisini ókeypis.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!