24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

34 · Hvítabók – Fylgibind 2

lóggávuna á hesum økjum eftir at rammulógirnar á almanna- og

heilsuøkinum eru útfyltar.

2) Lógir, ið snúgva seg um heilsufaklig- og altjóða krøv til heilsuverk.

Hetta er m.a. lóg um „Sundhedsvæsenets Centralstyrelse”. Orsakað

av at lógin setir sera stór krøv til ásetan av heilsufakligum reglum,

ráðgeving av heilsumyndugleikum, eftirlit, serfrøðisligar kanningar og

kæruviðgerð, verður tørvur á stórari umsiting á hesum øki.

Hetta er neyðugt fyri at heilsuveitingarnar í samfelagnum skulu verða

nøktandi og lúka altjóða krøv. Lóg um embætislæknar (herundir

landslæknin), sjúklingatrygging og „Videnskabsetisk komitésystem“

koma eisini undir hendan bólkin. Spurningurin er her, á sama hátt

sum viðvíkjandi góðkenningarlógunum, um tað er ráðiligt at yvirtaka

hesi økini ella um samstarvsavtala í staðin skal gerast við Danmark

ella eitt av grannalondum okkara.

Samstarv við danskar myndugleikar og stovnar

Stovnar undir Almanna- og heilsustýrinum hava bæði formligt og

óformligt samstarv við stovnar og myndugleikar í Danmark. Tað

mesta av hesum samstarvi er ókeypis í dag.

Tann týdningarmesta formliga avtalan, er avtalan millum Sjúkrahúsverkið

og Ríkissjúkrahúsið og onnur sjúkrahús í Danmark. Sjúkrahúsverkið

rindar allar útreiðslur av hesum samstarvi, og tað fer tí ikki

at økja útreiðslurnar, um tað heldur fram.

Hóast apoteksverkið varð yvirtikið í 1948, hevur tað kortini framvegis

formligt samstarv við danskar stovnar sambært løgtingslóg um

apoteksverkið. Hesir stovnar eru m.a. Sundhedsstyrelsen, Statens

Serumslaboratorium og Statens veterinære institut for virusforskning.

Stovnarnir hava stóran sakkunnleika á økinum, sum ikki

finst í Føroyum.

Tær óformligu avtalurnar snúgva seg oftast um tilboð um útbúgving,

skeið, praktikk og vegleiðing til starvsfólk.

Samstarvið við Sundhedsstyrelsen hevur stóran týdning fyri tað føroyska

heilsøkið. Almanna- og heilsumálastýrið mælir tí til, at kannað

verður, um tað er møguligt at fáa eina samstarvsavtalu við danir, sum

tryggjar, at samstarvið við Sundhedsstyrelsen kann halda fram.

Tað er sum heild neyðugt, at samstarvið og samskiftið millum føroyskar

og danskar stovnar á almanna- og heilsuøkinum kann halda

fram. Nógv av hesum er ókeypis í dag, og tað kann hugsast, at teir

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!