24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Almanna- og heilsumálastýrið · 335

2. Lóggáva

Lógin er donsk, men miðað verður eftir sum skjótast at gera føroyska

lóggávu um skúlalæknaskipan. Lógin er avtikin í Danmark, og skipanin

verður í staðin regulerað í „L.nr. 438 af 14 juni 1995 om forebyggende

sundhedsordninger for børn og unge.”

Kunngerð, sett í gildi sambært lógini:

– B. nr. 240 af 30.04.1986 om skolelægeordning på Færøerne, broytt

við K. nr. 120 frá 19.06.1997.

Henda lóg er ikki sett í gildi fyri Føroyar, men ætlanin er at gera føroyska

løgtingslóg á hesum øki við heimild í rammulógini á heilsuøkinum.

Av tí at avtøkan av lógini um „skolelægeordning“ ikki er lýst

í Føroyum, er lógin enn í gildi hjá okkum sbrt. „L.nr. 735 af 06.12.89

om kundgørelse af love, anordninger og bekendtgørelse på Færøerne.”

Skúlalæknaskipanin er partur av rammuavtaluni frá 1995 við

donsku stjórnina, (sí inngangin), og føroyingar hava tí skyldu at gera

føroyska lóg á økinum í seinasta lagi ár 1999. Ætlanin er at gera eina

líknandi lóg sum donsku lógina um „forebyggende foranstaltninger

for børn og unge.“ Miðað verður ímóti at leggja uppskot til løgtinglóg

fyri Løgtingið í tingsetuni 1999-2000.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Sambært § 9 í heimastýrislógini hava danir fíggjarligu ábyrgdina av

økinum. Danir hava tó við ríkislóg latið føroyska heimastýrinum útreiðsluskylduna

á økinum. Sum endurgjald fyri at rinda útreiðslurnar,

fær heimastýrið blokkstuðul.

Sambært løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslum, skulu

kommunurnar útvega skúlalæknaskipanini viðtalurúm o.a.

Barna- og ungdómstannrøkt

Ll. nr. 23 frá 06.03.1998 um barna- og ungdómstannrøkt

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarmyndugleikar sambært lógini eru kommunurnar, landsstýrismaðurin

í heilsumálum og Sundhedsstyrelsen.

Uppgávan hjá kommununum er at tryggja øllum børnum og ungum

undir 16 ár, sum búgva í kommununi, møguleika fyri ókeypis,

fyribyrgjandi og viðgerandi tannrøkt.

Tilboð um kommunala tannrøkt verður givið á almennum tannlæknastovum,

men kommunan kann tó fáa undantaksloyvi frá landsstýrismanninum

at nýta privatan tannlækna, sum kommunustýrið ger

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!