24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

120 · Hvítabók – Fylgibind 2

á virðisbrævamarknaðinum um samanføring av keyps- og sølutilboðum,

clearing og netting og eisini gjaldflutning.

Lógin ásetir eisini reglur fyri sokallað „autoriserede markedspladser,“

sum eru handilsstøð fyri partabrøv í miðalstórum

partafeløgum, sum ikki eru skrásett á virðisbrævabørsi.

Prospektkrøv eru útgreinað í kunngerðum við heimild í lógini.

Eftirlit við marknaðinum hevur Fondsrådet. Innihaldið í marknaðareftirlitinum

er eftirlit við, at virðisbrævaútgevarar halda upplýsingarskyldur

sínar og krøv til upplýsingar um handil á marknaðinum,

(gjøgnumskygni), o.a.

Harafturímóti hevur Fíggjareftirlitið eftirlit við, at solvenskrøvini

hjá virðisbrævahandlarum eru uppfylt, at mannagongdir eru sambært

fyriskipan, eins og Fíggjareftirlitið eisini gevur og tekur aftur loyvi til

virðisbrævahandil.

Samarbeiðið millum Fíggjareftirlitið og Fondsrådet er soleiðis, at

Fíggjareftirlitið er avgreiðsluskrivstova hjá Fondsrådet.

Fyrisiting: Ovasti fyrisitingarligi myndugleiki er danski búskaparmálaráðharrin.

Á ávísum økjum eru fyrisitingaruppgávur latnar danska

fíggjareftirlitinum upp í hendur. Aðrir fyrisitingarmyndugleikar eru

Føroya landsstýri, Skráseting Føroya og Erhvervs- og selskabsstyrelsen.

Fíggjareftirlitið hevur eftirlit við, at lógir og kunngerðir verða

hildnar. Fíggjareftirlitið er eisini avgreiðsluskrivstova hjá Fondsráðnum.

Fondsráðið hevur eftirlit við virðisbrævamarknaðinum.

Fígging: Fíggjarliga ábyrgdin er donsk. Útreiðslum til lógarsmíð og

umsiting hava ríkismydugleikarnir ábyrgdina av, men eftirlitið, sum

liggur á Fíggjareftirlitinum, verður í høvuðsheitum brúkarafíggjað á

tann hátt, at gjaldið verður ásett eftir tí orku, sum brúkt verður til

eftirlit.

Innsetaratrygdargrunnur

L. nr. 367 af 14.06.1995 om en indskydergarantifond som sat i kraft

ved A. nr. 718 af 5.10.1998

B. nr. 754 af 15.09.1995 om indskydergarantifonden som ændret ved

A. nr. 718 af 05.10.1998

B. nr. 117 af 03.02.1997 om samarbejdet mellem Finanstilsynet og

Indskydergarantifonden.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!