24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

318 · Hvítabók – Fylgibind 2

– K. nr. 65 frá 01.04.1993 um fyriskipan fyri eftirlitsverjar.

– K. nr. 6 frá 25.01.1995 um gjaldsreglur fyri dagstovnar og dagrøkt.

Sambært rammulógini frá 1995 verður miðað ímóti at leggja uppskot

um nýggja barnaforsorgarlóg fyri Løgtingið í tingsetuni 1999-2000.

3. Fíggjarliga ábyrgd

Donsku myndugleikarnir hava við ríkislóg latið føroyska heimastýrinum

útreiðsluskylduna av hesum øki. Sum endurgjald fyri at rinda

útreiðslurnar, fær heimastýrið blokkstuðul.

Barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.a.

Ll. nr. 71 frá 20.05.1996, broytt við Ll. nr. 25 frá 14.03.1997.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru Føroya gjaldstova, Almannastovan,

landsstýrismaðurin í almannamálum og kærunevndin í almannamálum.

Uppgávan hjá Føroya gjaldstovu sambært lógini er at rinda barnagjaldið

sum forskot og at krevja gjaldið inn aftur eftir reglunum í §

10 í lógini.

Almannastovan umsitur umsóknir um at fáa uppihaldsgjald í forskoti

og kann í hvørjum einstøkum føri eisini veita stuðul til útreiðslur,

um barnið er sjúkt, ella í sambandi við barnsins dóp, konfirmatión

ella jarðarferð.

Avgerðir hjá Almannastovuni kunnu innan 4 vikur verða kærdar

til kærunevndina í almannamálum.

Landsstýrismaðurin í almannamálum kann áseta neyvari reglur um

fyrisitingina av hesi lóg.

2. Lóggáva

Lógin er løgtingslóg, sum skal veita stuðul til einsamallar uppihaldarar.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Donsku myndugleikarnir hava við ríkislóg latið føroyska heimastýrinum

útreiðsluskylduna sambært hesi lóg. Sum endurgjald fyri at

rinda útreiðslurnar, fær heimastýrið blokkstuðul.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!