24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Undirvísingar- og mentamálastýrið · 219

Lógin sigur m.a., at heimastýrið kann áseta nærri reglur um frítíðarundirvísing

í Føroyum.

Í § 9 stendur: „Færøernes hjemmestyre fastsætter de nærmere regler om

fritidsundervisning m.v. herunder om undervisningens styrelse, indhold,

omfang og tilrettelæggelse.”

Ll. nr. 70 frá 30.06.1983 um frítíðarundirvísing o.a. er sett í gildi við

heimild í L. nr. 53 af 14.02.1979 for Færøerne om fritidsundervisning

m.v.

Fyrisiting

Donsku ríkismyndugleikarnir hava ábyrgd av hesi lóg.

Tað verður ikki mett, at fullveldi fer at hava nakra fyrisitingarliga

ávirkan á hetta økið. Málsøkið er fyrisitingarliga yvirtikið, og hóast

rammulógin eftir fullveldi fall burtur, eigur Ll. nr. 70 frá 30.06.1983

um frítíðarundirvísing o.a. framhaldandi at kunna verða í gildi.

Fígging

Sambært § 9 í heimastýrislógini hava danir fíggjarligu ábyrgdina á

økinum. Danir hava tó við ríkislóg latið føroyska heimastýrinum upp

í hendi skylduna til at rinda útreiðslurnar á økinum. Fyri hetta fær

heimastýrið blokkstuðul.

1.8. Handilsskúlar, tekniskir skúlar og maskinmeistaraskúlar

L. nr. 54 af 14. februar 1979 for Færøerne om handelsskoler, tekniske

skoler samt maskinmester- og maskinistskoler.

Lóggáva

Lógin er ein rammulóg, sum er sett í gildi av tí, at fyrisitingin av

undirvísingarverkinum er yvirtikin sambært § 9 í heimastýrislógini frá

31. mars 1948.

Lógin heimilar landsstýrinum m.a. at góðkenna handilsskúlar, tekniskir

skúlar og maskinmeistara- og maskinistskúlar.

Í § 2 stendur: „Færøerne hjemmestyre fastsætter de nærmere bestemmelser

om indholdet, omfang og tilrættelæggelsen af den undervisning,

der skal foregå på de godkendte handelsskoler, tekniske skoler samt

maskinmester- og maskinistskoler.”

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!