24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Løgmansskrivstovan · 77

Starvsfólk: Ein sendiharri

Fýra sendifulltrúar, (ein teirra

varasendiharri)

Tveir skrivarar

Rakstrarútreiðslur: 7. mió. kr.

Árligur kostnaður av føroyskum limaskapi í millumríkjafelagsskapum

Tað kann verða ymiskt, hvussu neyðugt tað er fyri Føroyar at vera

limir í teim ymsu felagsskapunum, sum áður eru nevndir. Føroyar eru

longu limir í onkrum teirra, antin sum sjálvstøðugur limur,

(NAMMCO), ella við óbeinleiðis limaskapi sum danskur ríkispartur,

(IWC).

Summir felagsskapir eru nevndir, tí tað er eyðsæð, at spurningurin

um limaskap í hesum heilt vist fer at stinga seg upp í eini fullveldistilgongd,

hóast tað enn ikki er greitt, um politiska valdið í Føroyum

vil hava slíkan limaskap.

Samanløgdu, árligu útreiðslurnar av limagjaldi í øllum hesum 37

felagsskapum eru mettar til um leið 13 milliónir krónur, (við 25%

óvissu hvønn vegin). Metingarnar byggja á verandi limagjøld hjá Føroyum

í fimm felagsskapum, umframt gjøld hjá Íslandi, San Marino

og Danmark. Tó er ikki vist, at Føroyar fara at søkja um limaskap í

øllum hesum felagsskapum. Millum teir dýrastu felagsskapirnar eru

Sameindu tjóðir, Norðurlandaráðið og Norðuratlantski sáttmálafelagsskapurin.

Av áðurnevndu 37 millumríkjafelagsskapum eru Føroyar longu

gjaldandi limir í fimm teirra: ICES, NAFO, NAMMCO, NEAFC og

NASCO. Vit gjalda hesum til samans 762.834 krónur í 1999. Varliga

mett eiga Føroyar við fullveldi í øllum førum at gerast limir í einum

8-15 millumríkjafelagsskapum afturat. Tað fer at merkja, at fullveldi

væntandi fer at hava við sær eina eykaútreiðslu til limagjøld í millumríkjafelagsskapum

upp á í minsta lagi 3-6 milliónir krónur. Vilja Føroyar

gerast limir í upp aftur fleiri felagsskapum, økjast útreiðslurnar

til limagjøld samsvarandi. Tó fer limaskapur í einum millumríkjafelagsskapi

ofta at hava vinnulig áhugamál, og tá verður limagjald í slíkum

felagsskapi at rokna sum ein fyritreyt fyri at tryggja landinum

inntøkur á viðkomandi økjum.

Árligur rakstrarkostnaður av eini útbygdari uttanríkisdeild

Sum áður sagt verður tann frymilin nýttur sum ein av fyritreytunum

fyri at skipa eina føroyska uttanríkistænastu er, at ein triðingur av

starvsfólkinum starvast í Føroyum og tveir triðingar út í heimi. Av tí

at føroyskar sendistovur og umboðsstovur, eftir lýsingini omanfyri,

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!