24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

300 · Hvítabók – Fylgibind 2

Sundhedsstyrelsen heimild til at geva læknanum góðkenningina

aftur.

Fara ringar farsóttir ella tílíkt at ganga í Føroyum, og fólkið hevur

størri tørv á læknahjálp, kann Sundhedsstyrelsen, við heimild frá

heilsumálaráðharranum, geva øðrum læknum tíðaravmarkað loyvi til

at arbeiða í Føroyum.

Avgerðir hjá Sundhedsstyrelsen um at geva og taka góðkenning frá

lækna, kunnu verða kærdar til heilsumálaráðharran.

Sundhedsstyrelsen hevur heimild til at føra neyvt eftirlit við ordinatiónunum

av euforiserandi evnum hjá einum lækna. Sundhedsstyrelsen

ger sjálvt av, nær neyvt eftirlit er neyðugt. Um lækni ordinerar

euforiserandi evni óráðiliga, kann Sundhedsstyrelsen taka frá

honum rættin at ordinera hesi evni í 1-5 ár, ella til annað verður avgjørt.

Sundhedsstyrelsen kann geva læknum og apotekarum boð um

fólk, sum tað heldur misnýta euforiserandi evni.

Sundhedsstyrelsen hevur vanliga eftirlitið við læknunum og ansar

eftir, at teir røkja sítt læknastarv sambært lógini. Sundhedsstyrelsen

kann krevja upplýsingar frá læknunum, soleiðis at eftirlitið kann

verða gjørt til lítar.

Sundhedsstyrelsen almannakunnger, at góðkenningar og loyvi eru

givin ella afturtikin, og gevur apotekarum og embætislæknum í landinum

boð um mistan rætt til at ordinera euforiserandi evni.

Landslæknin er tann forlongdi armurin hjá Sundhedsstyrelsen í

Føroyum, (sí omanfyri, kap. 2). Uppgávan hjá landslæknanum sambært

hesi lóg er at átaka sær skyldur hjá lækna, sum hevur mist rættin

til at ordinera euforiserandi evni.

Uppgávan hjá fútanum er, at um lækni gerst sekur í grovari ella

endurtakandi misrøkt í starvi sínum, skal fútin átala hetta, og verður

læknin tá revsaður við bót ella hefti.

2. Lóggáva

Lógin ásetir í høvuðsdráttum, hvat krevst av góðkendum læknum og

virksemi teirra í Føroyum.

Lógin er sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan í 1935.

Danski staturin hevur ábyrgdina av at tilevna lógina og laga hana til

føroyskar umstøður og kunngerðir. Í royndum verður hetta arbeiði tó

gjørt í føroysku umsitingini. Lógin er ikki dagførd í Føroyum síðani

1992, av tí at føroyska umsitingin hevur ikki havt neyðuga arbeiðsorku

til tess. Sjálvt um lógin varð dagførd í 1992, eru fleiri broytingar

eldri enn tað, sum ikki eru komnar við í fyriskipanina, sum er í gildi

fyri Føroyar. Kongligu fyriskipanirnar skulu verða samtyktar á Løgtingi

og lýstar í føroyska kunngerðablaðnum fyri at hava gildi fyri

Føroyar.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!