24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

§ 2 yvirtøkur

Almanna- og heilsumálastýrið · 365

Mál, sum ikki eru yvirtikin sum sermál sambært heimastýrislógini,

eru felagsmál. Tá um heilsuøkið ræður, kunnu hesi mál gerast sermál,

tá ið heimastýrið ella danska stjórnin formliga seta fram ynski um, at

so skal verða.

Oftast umsita ríkismyndugleikarnir felagsmál, ið sostatt eisini verða

regulerað við danskari lóggávu, sum er sett í gildi fyri Føroyar. Hetta

er galdandi fyri góðkenningarlógirnar og felagsmál annars á heilsuøkinum.

Almanna- og heilsuøkið kostar uml. 1.3 mia. kr. á føroysku fíggjarlógini.

Ein partur av hesum útreiðslum verður í dag rindaður via

blokkstuðulin, meðan summar útreiðslur á heilsuøkinum verða rindaðar

beinleiðis av dønum, sum t.d. Landslæknin, útreiðslurnar til

krígspensión.

Einastu øki, sum eru yvirtikin sum sermál sambært § 2 í heimastýrislógini

á almanna- og heilsuøkinum, eru apoteksverkið og vanlukkutryggingarøkið.

Apoteksverkið varð yvirtikið sum føroyskt sermál í 1948. Lóggávan

um apoteksverkið er regulerað við løgtingslóg, og endaliga, fíggjarliga

ábyrgdin er í Føroyum, og umsitingin er føroysk. Tó hava danskir

myndugleikar eisini uppgávur sambært løgtingslóg um apoteksverkið.

Hesir eru Sundhedsstyrelsen, Statens Serumlaboratorium, Statens

veterinære institut for virusforskning, ávísir danskir undirvísingarstovnar,

ávísir útlendskir skrásetingarmynduleikar, landslæknin í Føroyum

og dómsvaldið í Føroyum. Hesir myndugleikar hava stóran serkunnleika

á økinum.

Vanlukkutryggingarøkið varð í 1980 yvirtikið sum føroyskt sermál.

Síðan vanlukkutryggingarøkið varð yvirtikið, hava ymsir arbeiðsbólkar

arbeitt við at gera nýggjar, føroyskar reglur á økinum. Enn eru tó

ongar lógir í hesum sambandi endaliga samtyktar á Føroya løgtingi,

og sostatt eru enn bert danskar reglur á økinum. Almanna- og heilsumálastýrið

arbeiðir í hesum døgum við at eftirkanna uppskotið um

nýggja vanlukkutryggingarlóg og væntar at leggja tað fyri Løgtingið á

sumri 1999.

Á almanna- og heilsuøkinum eru fleiri løgtingslógir settar í gildi,

uttan at málsøkinini samstundis eru yvirtikin sum sermál. Hesar eru

t.d. Ll. nr. 18 frá 09.04.1964 um raksturin av hvíldarheiminum

Naina, Ll. nr. 111 frá 03.10.1988 um vardar íbúir, Ll. nr. 94 frá

04.10.1984 um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna og løgtingslóg

nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn.

Eftir heimastýrislógini verður eitt málsøki yvirtikið sum sermál

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!