24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

46 · Hvítabók – Fylgibind 2

hesum sambandi, at tørvur verður á fimm ársverkum til at røkja

sivilrættarmálini, sum ríkisumboðið nú umsitur. Mælt verður eisini

til, at avtala verður gjørd við ríkisumboðið um, at verandi starvsfólk

hjálpa til við at røkja uppgávurnar í eini skiftistíð upp á um leið

eitt ár.

Fáa føroyingar serligan heimarætt og serliga útlendingalóggávu, so

skal økið eisini umsitast. Ilt er at siga, hvussu stór ein tílík umsiting

skal vera, tí tað hevur ikki eydnast at fingið upplýst, hvussu nógva

orku ríkismyndugleikarnir nýta til mál, ið viðvíkja Føroyum, men

færri enn fýra ársverk kann neyvan verða talan um.

Løgreglan og fútaembætið

Tað størsta av málunum, sum Danmark nú umsitur, er løgreglan, kap.

3.3. Sum er, starvast 152 fólk hjá løgregluni. Rættiliga stór fyrisitingarlig

krøv standast av, at løgreglan kemur undir føroyskt málsræði.

Eisini verður neyðugt at gera samstarvsavtalu við Danmark ella annað

land um eftirútbúgving, kriminaltøkniligar tænastur, sumt kanningararbeiði

o.a., og ynskiligt er at gera samstarvsavtalu við Danmark um

skráseting.

Mælt verður til, at skiftistíðin verður nóg long, so at hóskandi

stundir verða til eitt nú at seta starvsfólk við í leiðslubygnaðinum, og

at neyvari útgreiningar verða gjørdar av løgregluni at kanna, hvussu

stovnurin høgligast kann verða skipaður inn í føroyska samfelagið,

uttan at ov nógv orka verður bundin í yvirskipaðu umsitingini. Her

hevði eisini verið sjálvsagt at kannað, hvussu styrkt kundi verðið um

støðið undir starvsfólkahópinum, við at løgreglan eisini fær aðrar

uppgávur afturat, og um servitan, sum annars ikki kundi verið í landinum,

kundi verið uppbygd, við at løgreglan samstarvaði við aðrar

fyrisitingar á summum økjum.

Varðhaldið

Í varðhaldinum starvast í dag 12 fólk, kap. 3.4. Skipanin er soleiðis,

at fólk, ið eru dømd til fongsul í meir enn eitt ár, sita í fangahúsi í

Danmark. Fangarnir, sum hava sitið í Danmark, hava altíð verið millum

ein og fimm. Til tess at loysa hesa uppgávu, verður mett, at tørvur

verður á at seta fleiri starvsfólk. Hvussu nógv starvsfólk, talan kann

verða um, er ógreitt, tí økið hevur ikki verið gjølligari kannað.

Kriminalforsorgin

Eitt av teimum minnu málunum, sum Danmark umsitur, og sum

verður viðgjørt undir Løgmansskrivstovuni, er Kriminalforsorgin, kap.

3.5. Á Kriminalforsorgini starvast trý fólk. Mett verður, at um

Kriminalforsorg kemur undir føroyskt málsræði, eigur sama skipanin

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!