24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Undirvísingar- og mentamálastýrið · 235

• Havbotnfrøðiligar kanningar (t.e. kanningar av jarðfrøðiligu viðurskiftunum

omaná og í ovastu jarðløgunum í havbotninum, serliga

við atliti at stabilitetsmetingum og streym- og hitaviðurskiftum

í sjónum, í nýggjari jarðfrøðiligari tíð) verða gjørdar í samstarvi

við GEUS og við GEM-verkætlanina, sum oljufeløgini

standa fyri. Enn er avgerð ikki tikin um, hvaðani fígging fæst til

hesa verkætlan umframt tað, sum oljufeløgini gjalda.

• Kanningar av, hvussu veðurlagsbroytingar kunnu lesast úr landslagnum

á landi og á havbotninum. Jarðfrøðisavnið hevur hesum

viðvíkjandi í fleiri ár havt samband við Geologisk Institut á universitetinum

í Keypmannahavn og stuðlað teirra kanningarliðum

á ferðum til Føroya. Arbeitt verður við at fáa í lag eitt neyvari

samstarv í hesi vísindagrein millum granskarar úr øllum norðurlondum,

sum Norðurlendska Ráðharraráðið skal fíggja.

• Samstarv er um aðrar verkætlanir, sum tó ikki eru bundnar at serstøkum

játtanum.

Ein frágreiðing um søguligu gongdina í samstarvinum millum Danmark

og Jarðfrøðisavnið er til taks á Jarðfrøðisavninum.

Sum ein avleiðing av yvirtøkuni av ráevnum í undirgrundini til

føroysk sermál í 1992 fekk landsstýrið fulla ábyrgd av øllum jarðfrøðiligum

kanningaruppgávum o.ø., ið eru knýttar at hesum málsøki.

Við hesum broyttist uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum Danmarks

Geologiske Undersøgelse, DGU og Jarðfrøðisavnið grundleggjandi.

Sum partur av skipanarligu broytingunum á DGU í 1990-árunum

varð Føroya-deildin tikin av, og varð vísindaliga arbeiðið flutt til Danmarkar.

Tó varðveitti stovnurin síni skrivstovuhøli á Náttúrugripasavninum

á Debesartrøð. Tær broyttu umstøðurnar førdu m.a. við

sær, at Náttúrugripasavnið og DGU í 1994 fyri fyrstu ferð gjørdu

formliga sínámillum avtalu, har tað m.a. verður staðfest, at Jarðfrøðisavnið

nú hevur fulla ábyrgd av øllum jarðfrøðiligum arbeiði við atliti

at ráevnum í føroysku undirgrundini, umframt øllum jarðfrøðiligum

goymsluuppgávum Føroyum viðvíkjandi. Arbeiðið hjá DGU skal

stuðla Jarðfrøðisavninum at byggja upp eitt haldgott vísindaligt umhvørvi

í Føroyum, sum skal kunna taka sær av teimum nýggju og

stóru avbjóðingunum.

Í sambandi við donsku lógina frá 20. desember 1995 um „sektorforskningsinstitutioner“

vórðu Danmarks Geologiske Undersøgelser

(DGU) og Grønlands Geologiske Undersøgelse (GGU) løgd saman

til ein nýggjan økisgranskingarstovn (granskingardeild) undir danska

Umhvørvis- og Orkumálaráðnum. Heitið á nýggja stovninum er Danmarks

og Grønlands Geologiske Undersøgelse (GEUS).Við saman-

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!