24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Almanna- og heilsumálastýrið · 323

2. Lóggáva

Ætlanin við lógini er at áseta upphæddina á fólka-, avlamis- og

einkjupensión og á barnagjaldi. Sostatt eru ásetanin og javnanin av

almannaveitingum burturtikin úr hesum lógum, sum nú bert snúgva

seg um rættin til veitingarnar.

Lógin er føroysk løgtingslóg.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Donsku myndugleikarnir hava við ríkislóg latið føroyska heimastýrinum

útreiðsluskylduna sambært hesi lóg. Sum endurgjald fyri at

rinda útreiðslurnar, fær heimastýrið blokkstuðul.

Um uppískoytisveiting til einkjur

Ll. nr. 36 frá 04.05.1977, broytt við Ll. nr. 120 frá 29.12.1983.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingligu myndugleikarnir eru Almannastovan, kærunevndin í almannamálum

og landsstýrismaðurin í almannamálum.

Sambært løgtingslóg um uppískoytisveiting til einkjur hevur Almannastovan

til uppgávu at umsita lógina. Kærunevndin í almannamálum

er kærumyndugleiki, og Almanna- og heilsumálastýrið skal

sambært lógini áseta neyvari reglur um uppískoytisveiting

2. Lóggáva

Lógin er løgtingslóg og er ætlað til at veita einkjum eitt ískoyti, tá ið

rætturin til einkjupensión fellur burtur, tí at einkjan ikki hevur børn

undir 18 ár.

Lógin er innarbeidd í nýggja uppskotið til løgtingslóg um almannapensiónir

og fellur tí burtur, tá ið henda kemur í gildi.

Lógin er ikki beinleiðis umfatað av rammulógini, men verður tulkað

sum partur av pensiónsskipanini.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Heimastýrið rindar útreiðslurnar við blokkstuðlinum.

Viðbót til ávísar pensiónistar o.a.

Ll. nr. 35 frá 16.04.1997

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru Almannastovan, landsstýrismaðurin

í almannamálum og kærunevndin í almannamálum.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!