24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

268 · Hvítabók – Fylgibind 2

Mál, sum ikki eru yvirtikin sum sermál sambært heimastýrislógini,

eru felagsmál. Hvat heilsuøkinum viðvíkir, kunnu hesi mál gerast sermál,

við at heimastýrið ella danska stjórnin formliga seta fram ynski

um, at so skal verða.

Felagsmálini verða sum høvuðsregla umsitin av ríkismyndugleikunum

og sostatt eisini regulerað við danskari lóggávu, sum er sett í

gildi fyri Føroyar. Hetta er tó ikki galdandi fyri § 9-yvirtøkur, men er

galdandi fyri góðkenningarlógir, (autorisatiónslógir), og felagsmál annars

á heilsuøkinum.

Henda frágreiðing, sum lýsir almanna- og heilsuøkið, er ætlað sum

uppslagsverk, so at til ber at sláa upp eina ávísa lóg og finna allar

neyðugar upplýsingar um hana. Fyri at hetta skuldi ganga í lag, hevur

verið neyðugt við nógvum endurtøkum í frágreiðingini.

Kapitlarnir í frágreiðingini eru skipaðir eftir, hvat slag av lógum,

talan er um. Við hesi uppseting skuldi borið til at lýst, hvat ið krevst

viðvíkjandi teimum ymsu lóggávunum í sambandi við fullveldi.

Í lýsingini eru allar galdandi lóggávur fyri almanna- og heilsuøkið í

Føroyum. Verður talan um fullveldi í Føroyum, hevði verið áhugavert

at kannað lóggávu í øðrum londum, sum t.d. Íslandi ella øðrum smátjóðum,

fyri at sammeta økini ella síggja, um almanna- og heilsulóggávan

kanska skuldi verið heilt øðrvísi uppbygd, enn hon er nú.

Høvi var ikki til hetta í hesi frágreiðing, men hon er eitt fyrsta stig

til størri útgreiningararbeiði av, hvør lóggáva skal galda á almanna- og

heilsuøkinum, um talan verður um fullveldi.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!