24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

32 · Hvítabók – Fylgibind 2

irnar, sum eru í gildi í Føroyum á hesum økjum, verða verandi í gildi

inntil tær verða avloystar av løgtingslógum.

Í seinastu avtaluni við stjórnina varð ásett, at allar løgtingslógirnar

á økinum skulu vera lidnar í seinasta lagi í 1999.

Á almannaøkinum manglar heimastýrið framvegis at tilevna flestu

løgtingslógirnar sambært rammulógini. Løgtingslóg um almannapensiónir

o.a. varð samtykt av løgtinginum í tingsetuni 1998/99.

Viðvíkjandi hinum løgtingslógunum sum gerast skulu sambært

rammulógini – forsorgarlógini, barnaforsorgarlógini og dagpengingalógini

– verður miðað ímóti at leggja løgtingslógaruppskot fyri løgtingið

í tingsetuni 1999-2000.

Tá ið hesar lógir eru samtyktar, er alt almannaøkið yvirtikið viðvíkjandi

umsiting og lóggávu. Arbeiðið viðvíkjandi almannalóggávuni

verður kortini ikki liðugt, tí sambært flestu lógum skulu kunngerðir

og vegleiðingar gerast á teimum ymisku økjunum. Harumframt verða

broytingar alla tíðina gjørdar í skipanunum til tess at finna tær bestu

loysnirnar til føroysk viðurskifti. Meira sannlíkt er tí, at økið verður

liðugt skipað og lagað til føroysk viðurskifti um nøkur ár.

Á heilsuøkinum manglar heimastýrið bert at uppfylla rammulógina

viðvíkjandi kommunulæknaskipan, skúlalæknaskipan og sjúkratrygging.

Løgtingslóg um kommunulæknar varð samtykt av løgtinginum í

tingsetuni 1998-1999. Landsstýrismaðurin miðjar ímóti at leggja løgtingslógaruppskot

um sjúkratrygging og skúlalæknaskipan fyri løgtingið

í tingsetuni 1999-2000.

Tá ið hesar lógir eru samtyktar, er heilsuøkið yvirtikið á teimum

økjum sum snúgva seg um veitingar til borgaran, men ikki viðvíkjandi

heilsufakligum reglum. Á tí økinum eru danskar reglur framvegis

galdandi.

Á heilsuøkinum hevur Sundhedsstyrelsen kortini framvegis týdningarmiklar

fakligar uppgávur at røkja í Føroyum. Tær eru at hava

eftirlit við sjúkrahúsverkinum og heilsustarvsfólkunum í Føroyum, og

at áseta ávísar fakligar reglur á økinum.

Almanna- og heilsumálastýrið mælir til, at alt hetta økið verður

kannað nærri um broytingar skulu gerast.

Sum heild hava danskir myndugleikar ein stóran leiklut í skipanini

í dag, og um stórvegis broytingar skulu gerast innan økið, er neyðugt

at kanna tað neyvari. Politisk støða má takast til hvar tað skal umsitast

í framtíðini eins og til støðið á økinum.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!