24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Undirvísingar- og mentamálastýrið · 231

una fyri vistarhald) hevur verið tann sami fyri føroyskar lærlingar,

sum fyri danskar lærlingar. Føroyskir lærlingar fáa sostatt lut í teim

donsku studningsskipanum, sum galdandi eru fyri danskar lærlingar,

ið búgva á skúlaheimi.

Føroyskir lærlingar, ið fáa skúlagongdina í Danmark, taka eisini

sveinaroyndina í Danmark. Hetta verður gjørt eftir avtalu millum

Føroya Læruráð og viðkomandi yrkisnevnd (Fagligt Udvalg). Í Danmark

er fyri hvørt yrki sær ein yrkisnevnd, sum skipar fyri sveinaroyndunum.

Læruráðið hevur samtykt, at føroyskir lærlingar skulu

skoðast eftir somu reglum, sum galdandi eru í Danmark í viðkomandi

yrkisgrein. Metingarreglur og sveinaroyndarreglur annars eru ymiskar

frá yrkisgrein til aðra. Tó so, at innan fyri onkur høvuðsøki, sum t.d.

jarn og metal, kunnu tað verða fleiri yrkisgreinar, ið hava líknandi

metingarreglur.

Læruplássið ber útreiðslurnar av sveinaroyndini. Tá ið føroyskir

lærlingar taka sveinaroynd í Danmark, gjalda føroysku lærupláss teirra

tað sveinaroyndargjald, sum galdandi er í viðkomandi yrkisgrein. Fyri

jarn- og metalyrkini er gjaldið 1560 kr. fyri hvønn. Í onkrari yrkisgrein

kemur gjaldið upp í t.d. 5000 kr.-, alt eftir, hvussu nógv tilfar skal til

og hvussu ofta skoðanarmeistararnir skulu møta. Gjaldið fevnir eisini

um samsýning til skoðanarmeistarar. Í Føroyum hevur gjaldið síðani

fyrst í 1980unum verið 200 kr. Umleið 1990 vórðu meginfeløgini og

læruráðið samd um, at gjaldið átti at setast upp til 2000 kr., men

lógaruppskotið fall í tinginum.

Vit hava ikki hagtøl, sum beinleiðis vísa, hvussu nógvir lærlingar

hava verið á skúla í Danmark ár um ár. Hagtøl fyri lærlingatilgongdina

yvirhøvur geva tó eina góða mynd av gongdini.

Í teimum omanfyri nevndu 44 handverksútbúgvingum, har skúlagongdin

fer fram í Danmark, hevur lærlingatilgongdin seinastu 20

árini í miðal verið 42. Størsta tilgongdin var í 1984, tá ið talið var 78,

og minsta tilgongdin var í 1992, tá talið var 12. Skúlagongdin hjá

hvørjum av hesum lærlingum er í miðal 14 vikur um árið.

Í handilsútbúgvingunum (heilsølu og smásølu) ganga hagtølini frá

1986. Miðaltilgongdin í tíðarskeiðnum frá 1986 til 1997 hevur verið

22. Skúlagongdin hjá hvørjum av hesum lærlingum hevur í miðal

verið 3 vikur um árið. Frá 1998 er skúlagongdin longd til í miðal 4-5

vikur um árið.

Í skrivstovuútbúgvingunum hava flestu lærlingarnir til og við 1997

gingið í skúla í Føroyum. Við nýggju útbúgvingarreglunum og øktu

sergreinauppbýtingini frá 1998 noyðast helst fleiri av skrivstovulærlingunum

at ganga í skúla í Danmark, um ikki Føroya Handilsskúli

kemur at bjóða út fleiri sergreinaskeið, enn higartil. Talið á

skrivstovulærlingum, sum í árunum 1995-1997 hava verið noyddir at

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!