24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Almanna- og heilsumálastýrið · 347

– Kunngerð nr. 14 frá 31.01.1994 um forskriftir og forskriftaskyldur

o.a.

– Kunngerð nr. 17 frá 28.02.1996 um broyting í kunngerð um

forskriftir og forskriftaskyldu o.a.

– Kunngerð nr. 32 frá 16.04.1997 um broyting í kunngerð um

forskriftir og forskriftaskyldu o.a.

– Kunngerð nr. 16 frá 10.03.1997 um fyrimyndarreglur á heilivági

3. Fíggjarlig ábyrgd

Av tí at apoteksverkið er føroyskt sermál, hevur heimastýrið fulla,

fíggjarliga ábyrgd av økinum. Apoteksverkið er sostatt heldur ikki

óbeinleiðis fíggjað úr Danmark við blokkstuðlinum.

Føroyska býtið til kommunulæknalønir

Ll. nr. 56 frá 17.12.1952 um býtið av føroyska partinum til kommunulæknalønir.

1. Fyrisitingarligu myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru kommunurnar og landskassin.

2. Lóggáva

Lógin er føroysk løgtingslóg.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Kommunulæknaskipanin verður fíggjað á tann hátt, at danir gjalda

50% av skipanini við blokkstuðlinum, og føroyingar gjalda 50%. Føroya

partur av løn kommunulæknanna verður býttur í helvt millum

landskassan og viðkomandi kommunu. Landskassin leggur út fyri

kommununar í fyrsta umfari.

Hetta hevur havt við sær, at av tí at farið varð frá endurgjaldsskipanini

til blokkstuðulsskipanina í 1987, rindar landið nú 75% av

útreiðslunum og kommunurnar 25%.

Hvíldarheimið Naina

Ll. nr. 18 frá 09.04.1964 um raksturin av hvíldarheiminum Naina.

Fyrisitingarliga, fíggjarliga og lógarliga verður økið umsitið í Føroyum.

Til raksturin av hvíldarheiminum Naina letur landskassin árligan

studning við játtan á fíggjarlógini. Ber heimið seg ikki við hesum

studningi og øðrum inntøkum, til dømis studningi frá kommununum

og gjaldi frá sjúkrakassunum, verður landskassin í fyrsta umfari at

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!