24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

50 · Hvítabók – Fylgibind 2

Eisini verður roknað við, at tørvur verður á átta fólkum at arbeiða

við løgfrøðiligum málum.

Talvan niðanfyri lýsir virkisøkini, talið á starvsfólkum, sum nú

arbeiða við málunum, talið á starvsfólkum, sum kunnu koma upp á

tal at seta, og kostnað fyri hesi umframt kenda kostnað fyri, hvat tað

kostar at fáa málini at virka undir verandi skipan.

Lesarin skal geva gætur, at arbeitt er ikki við møguligum broytingum

og fullnýtslu á teim økjum, sum nú eru í Føroyum.

Virkisøki Verandi Nýggj Kendur

starvsfólk starvsfólk kostnaður í mió. kr

1. Løgmál 8 2,4

2. Uttanlandsmál 3/36 1,5/35

3. Sivilmál 5 1,5

4. Løgregla og fútaembætið 152 4 47,0

5. Varðhaldið 12 4,0

6. Kriminalforsorgin 3 0,5 1,2

Í alt 172 15,5/48,5 57,6/91,1

Sum sæst á talvuni, kann kostnaðurin í styttri áramál liggja um gott

57 mió. kr. og í eitt longri áramál um 91 mió. kr. ella hægri. Harumframt

skal roknast við einum meirkostnaði til fjalda kostnaðin hjá

løgregluni á um leið 18 milliónir, og limagjøld til millumríkjafelagsskapir

á millum 6 og 13 milliónir.

Tó er sera torført at siga nakað ítøkiligt um, hvussu og nær útreiðslurnar

koma, tí tað veldst alt um, hvussu og nær málini hvørt

sær koma undir føroyskt málsræði. Harafturat er ikki vist, at allar

útreiðslur verða so stórar, sum her er mett. Hetta kann t.d. vera tí, at

tað fer ikki at kosta einum landi ella stovni serliga nógv at veita tænastur

á økjum, har tey hava eyka kapasitet, og at lond eisini kunnu

hava aðrar orsøkir til at vilja gera avtalur um tænastur, sum liggja

undir matematiskt roknaðan kostnað.

Viðmerkt verður í hesum sambandi, at tess meira tíð, fyrisitingin

hevur til at fyrireika seg til at taka við nevndu málsøkjum, tess betri

eru líkindini fyri væleydnaðari fyrisiting. Mælt verður tí til, at fyrisitingin

verður útbygd so við og við, til komið er á mál, og at

útbyggingarætlanin verður samskipað fyri øll økini, so at líkindi eru

fyri, at økini av fyrstan tíð eru mannað við skikkaðum fólki, (sí eisini

tað, sum stendur seinast í niðurstøðunum av kap. 2.1).

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!