24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

116 · Hvítabók – Fylgibind 2

Um lógir í bólki 1

Um lógir í bólki 2

Lógirnar um: 1) bankar og sparikassar, 2) virðisbrævahandil 3), virðisbrævameklarafeløg

og 4) íløgufeløg, (investeringsforeninger), eru so

at siga ein heild, sum lagar donsku rættarreglurnar til ES-fyriskipanirnar

um íløgutænastur 1 og íløgustovnar 2 . Samanskrivað fyriskipan

og greining av søguligu gongdini á økinum eru í „Direktivsammenskrivning

og Direktivsamling,“ sum danska fíggjareftirlitið gav út í

august 1995.

Eyðkent fyri lóggávuna í bólki I er, at hon er lagað eftir teimum

minstukrøvum, sum Danmark sum limur í ES hevur bundið seg til.

Her er tað serliga lógin um bankar og sparikassar og virðisbrævahandil,

sum er týðandi. Men á økinum er eisini onnur týdningarmikil lóggáva,

ið ikki er í gildi í Føroyum, men sum átti at verið tað, um lóggávan

á økinum skal vera sambærilig við lóggávuna í londunum uttan

um okkum. Serliga skal verða víst á tvær lógir, sum áttu at verið settar

í gildi:

L. nr. 476 af 10.6.1997 om investeringsforeninger og specialforeninger

og

L. nr. 1071 af 20.12.1995 om fondsmæglerselskaber.

Arbeitt verður við at seta hesar lógir í gildi, so alt týðandi fíggjarvirksemi

verður skipað við lóg.

Lógin um værdipapircentral er ótíðarhóskandi, við tað at hon ikki

samsvarar við virðisbrævahandilslógina, sum m.a. avmarkar virkisøkið

hjá virðisbrævasentralum og sum m.a. ásetir, at ein virðisbrævasentralur

skal verða skipaður sum partafelag. Roknast má tí við, at lógin um

værdipapircentral verður sett úr gildi í Danmark, tá ið VP verður umskipað

til partafelag. Tá er eisini ætlanin, at lógin skal fara úr gildi í

Føroyum.

“Lov om oplagshuse“ er frá 1866 og er í gildi enn bæði í Danmark og

Føroyum. Í Lógbók fyri Føroyar sæst lógin ikki at vera broytt síðan

1930. Lógin er gomul, ótíðarhóskandi og lítið ella einki brúkt.

“Lov nr. 156 af 02.05.1934 om visse spare- og udlånsvirksomheder“ er

1 Fyriskipan um íløgutænastur, 93/22/EØF

2 Fyriskipan um íløgustovnar, 86/611/EØF

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!