24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

206 · Hvítabók – Fylgibind 2

4.8. Postmál

Statens Bilinspektion: Fakligt samstarv. Statens bilinspektion er eftirlitsmyndugleiki

í Danmark, eins og Bileftirlitið er í Føroyum. Danir

hava munandi fleiri starvsfólk enn Bileftirlitið, og harvið er førleiki

teirra betri og breiðari, og hetta kemur Bileftirlitinum til góðar hvønn

dag.

Ríkisløgreglan: Ferðslumál. Í Danmark er løgreglan skrásetingarmyndugleiki

fyri akfør. Nógv samskifti og samstarv fer dagliga fram

millum Bileftirlitið og donsku løgregluna í sambandi við bilar, sum

verða fluttir millum londini.

Koyrikortsmál. Í Danmark er løgreglan koyrikortsmyndugleiki. Í

sambandi við at fólk flytur millum londini, er tætt samstarv um

koyrikortsmál.

Heilsustýrið: Koyrikortsmál. Í sambandi við koyrikortsmál eru árliga

uml. 500 mál, sum krevja víðkaða, heilsuliga sakarviðgerð. Málini

verða send landslæknanum, (danskur myndugleiki í Føroyum), til

støðutakan, og av hesum verða uml. 100 send danska heilsustýrinum

til viðgerðar og støðutakan, av tí at landslæknin sær seg ikki føran fyri

at viðgera málini.

Samstarvið er kostnaðarmikið og fakliga krevjandi. Ilt er at meta um

fíggjarligu og fakligu orkuna, sum skulu til, um málini verða føroysk.

Postverk Føroya

Formligt samstarv

PostDanmark: Skrivlig avtala um avrokning og kvalitetsrelateraða avrokning

av brævaposti. Avtalurnar eru ikki kostnaðarmiklar.

Føroya vegna tekur PostDanmark sær av altjóða samskiftinum við

heimspostfelagið UPU, Evropeiska postfelagsskapin og NordPost.

Hetta samstarv verður heldur ikki mett at vera kostnaðarmikið.

Rammuavtala um peningahandlar við 15 undiravtalum. Avtalað er,

hvørjar tænastur, samstarvað verður um. Avtalan er ikki kostnaðarmikil.

Handilsavtala millum PostDanmark og Postverkið um, at føroyskar

frímerkjaársmappur verða seldar í Danmark, og at Føroyar selja

donsk frímerkju í USA ígjøgnum føroysku umboðini har.

Óformligt samstarv

Einki

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!