24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Fleirtjóða samstarv

Samandráttur og niðurstøður · 27

tað er umráðandi, at samstarvið við Danmark kann halda áfram.

Vinnumálastýrið mælir tí til, at hetta verður tryggjað í einum

protokollati millum londini, tá samráðingarnar verða um skiftistíðina.

Við fullveldinum fara úr gildi teir fleirtjóða sáttmálar, sum galda á

vinnuøkinum í Føroyum.

Vinnumálastýrið heldur vera neyðugt, at teir sáttmálar, sum niðanfyri

eru nevndir, fáa gildi fyri Føroyar beinanvegin.

WTO-sáttmálin. Hann kom fyri GATT-sáttmálan í 1995 og fevnir

um vøru- og tænastuhandil millum lond. Hvat viðvíkir kostnaðinum

av at vera við sum sjálvstøðugt land, vísir Vinnumálastýrið til metingarnar

hjá Løgmansskrivstovuni um, hvat luttøka í neyðugum, altjóða

samstarvi fer at kosta.

ITU-sáttmálin. Hann leggur karmarnar fyri alheims fjarskiftisfelagsskapin

við sama navni. Tað er umráðandi at vera við her, so at vit

kunnu vera við í menningin á hesum øki. Limagjaldið er 150.000 kr.

um árið.

IMO-sáttmálin. Hann er viðkomandi fyri nógv øki. Hjá Vinnumálastýrinum

er neyðugt at vera við í hesum sáttmála, av tí at felagsskapurin

tekur sær av neyð- og trygdartænastu á havinum. Sum er, veitir

Føroya Tele hesa tænastu, men Tele Danmark rindar fyri hana. Prísurin

er í løtuni 6 mió. kr. árliga, men fer væntandi at minka.

Sum nevnt, verður harafturat neyðugt, at Føroyar gerast limir í altjóða

loftferðslustovninum ICAO. Limagjaldið her verður ásett eftir

íbúgvatali, og vit skulu rinda um leið 11.000 kr. árliga. Umsitingin av

limaskapinum verður dýrari, og fer helst at kosta einar 200.000 kr.

árliga.

5. Undirvísingar- og mentamálastýrið

Tað mesta av málsøkinum undirvísing og mentan er heilt ella partvíst

yvirtikið av heimastýrinum, og stýrið metir tí ikki, at fullveldisætlanin

fer at hava við sær stórvegis trupulleikar av lóggávu og fyrisiting á økinum.

Hinvegin er at kalla øll læra og útbúgving í Føroyum tætt knýtt at

donskum myndugleikum og stovnum, eins og føroyingar kunnu útbúgva

seg ókeypis í Danmark. Hetta hevur stóran týdning, bæði fak-

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!