24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

290 · Hvítabók – Fylgibind 2

– B. nr. 740 af 11.09.1995 for Færøerne om Landslægens virksomhed.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Danir hava fíggjarligu ábyrgdina av økinum. Myndugleikarnir sambært

lógini eru fyri ein part í Danmark og fyri ein part danskir myndugleikar,

sum starvast í Føroyum og eru danskt løntir.

Sundhedsvæsenets Centralstyrelse

A. nr. 634 af 20.07.1995 om sundhedsvæsenets centralstyrelse m.v.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar sambært fyriskipanini eru Sundhedsstyrelsen,

heilsumálaráðharrin, Sundhedsvæsenets Patientklagenævn

og Statens Seruminstitut.

Síðan Heilsumálaráðið varð stovnað, hevur ráðið havt tær uppgávur,

sum Innanríkisráðið hevur sambært fyriskipanini. Tí verður heilsumálaráðharrin

settur í staðin fyri innanríkisráðharran í lýsingini niðanfyri.

Uppgávan hjá heilsumálaráðharranum sambært fyriskipanini er at

áseta neyvari reglur á økinum og at virka sum kærumyndugleiki.

Heilsumálaráðharrin velur formannin og næstformannin til Patientklagenævnet

og ásetir eisini neyvari reglur fyri tað. Heilsumálaráðharrin

setir eisini hinar limirnar eftir tilmæli frá Amtsrådsforeningen

í Danmark, Keypmannahavnar kommunu, Frederiksbergs kommunu

og De samlede invalide organisationer. Limirnir verða valdir soleiðis

hvørja ferð, kommunuval er. Harumframt hevur heilsumálaráðharrin

ta uppgávu, at hann, tá ið fólk vil hava eina frátikna góðkenning,

(autorisatión), aftur, kann geva hesum fólki góðkenningina aftur, tá

ið tær umstøður, sum frátøkan varð grundað á, ikki longur eru til

staðar.

Uppgávurnar hjá Sundhedsstyrelsen sambært fyriskipanini eru hesar:

• Ráðgeva og hjálpa teimum ymsu ráðharraráðunum við miðfyrisiting

á heilsuøkinum.

• Fylgja við í heilsustøðuni í ríkinum og halda seg kunnaðan um

fakligu vitanina á heilsuøkinum.

• Tá ið Sundhedsstyrelsen gerst varugt við brot ella tørv á heilsuøkinum,

skal tað kunna avvarðandi myndugleikar og almenningin

um hetta.

• Ráðgeva myndugleikum um spurningar á heilsuøkinum.

• Sundhedsstyrelsen hevur eftirlit við heilsufakliga virkseminum,

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!