24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

332 · Hvítabók – Fylgibind 2

styrelsen, sum umvegis landslæknan hevur eftirlit við kommunulæknum

sum fakbólki, eins og tað hevur eftirlit við øðrum heilustarvsfólki.

2. Lóggáva

Galdandi lóg á økinum er donsk lóg, sum er sett í gildi í Føroyum í

1927. Sum øll onnur heilsuøki, fylgir kommunulæknaøkið oftast

donskum vegleiðingum og rundskrivum. Hetta er neyðugt, fyri at vit

kunnu hava eitt dagført heilsuøki í Føroyum.

Donsk kunngerð, sett í gildi sambært galdandi lóg:

– B. nr. 262 af 09.10.1915 om Instruks for Mæglingsrådet for

kommunal lægehjælp.

Nýtt uppskot til føroyska løgtingslóg um kommunulæknar er lagt

fram fyri Løgtingið í tingsetuni 1998-99. Verður uppskotið samtykt,

hava føroyingar endaliga yvirtikið lógarligu ábyrgdina av økinum.

3. Fíggjarlig ábyrgd

Sambært § 9 í heimastýrislógini hava danir fíggjarligu ábyrgdina av

økinum. Danir hava tó við ríkislóg latið føroyska heimastýrinum útreiðsluskylduna

á økinum. Sum endurgjald fyri at rinda útreiðslurnar,

fær heimastýrið blokkstuðul.

Landsstýrið rindar sostatt kommunulæknunum eina grundupphædd,

og tað, sum vantar í, fáa kommunulæknarnir frá sjúkrakassunum.

Grundupphæddin verður javnað eftir donskum reglum. Hetta

kemst av, at kommunulæknar hava ongan setanarsáttmála við landið.

Hetta verður broytt sambært nýggja uppskotinum um kommunulæknalóg.

Útreiðslubýtið ímillum land og kommunu verður staðfest í løgtingslóg

um býti av Føroya parti av løn kommunulæknanna, (sí meira

í kap. 6).

Heilsusystratænastan

Ll. nr. 87 frá 06.06.1997 um heilsusystratænastuna.

1. Fyrisitingarligir myndugleikar og uppgávur

Fyrisitingarligir myndugleikar eru landsstýrismaðurin í heilsumálum

og Sundhedsstyrelsen.

Uppgávan hjá landsstýrismanninum í heilsumálum er at áseta

neyvari reglur um heilsusystraskipannina.

Uppgávan hjá Sundhedsstyrelsen er at áseta reglur um frágreiðingarskyldu

hjá heilsusystratænastuni og at gera leiðbeinandi reglur

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!