24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

5 – Hvítabók – Fylgibind 2

Løgmansskrivstovan · 65

hildið verður, at donsku myndugleikarnir eru teir einastu í Føroyum,

sum hava serkunnleika á økinum. Ein onnur orsøk kann vera, at

donsk lóggáva hevur fyrr verið á økinum, og í sambandi við yvirtøkuna

hevur heimastýrið hildið tað verið skilagott framhaldandi at latið

teir myndugleikar, ið hava royndirnar, umsita økið.

Sum dømi um slíka lóggávu eru at nevna ásetingarnar í lógunum

niðanfyri, ið allar vísa til danskar myndugleikar. Gjørt verður vart við,

at har víst verður til dóms- og løgregluvaldið sum dóms- og løgregluvald,

er hetta ikki nevnt.

Niðanfyri verða nevndar tær løgtingslógir, ið hava tilvísingar til

danskar myndugleikar, og sum Løgmansskrivstovan fyrisitir.

Byggi og býarskipanir – friðing

Ll. nr. 13 frá 21.05.1954 um býarskipanir og byggisamtyktir / om

byplaner og byggevedtægter, seinast broytt við Ll. nr. 57 frá

13.05.1997. (Eisini broytt við Ll. nr. 59 frá 05.06.1984 og Ll. nr.

80 frá 13.06.1995).

Viðmerkingar:

– Í grein 15 verður ásett ein metingarnevnd, sum skal meta um endurgjaldsupphæddina

í ósemjum um ognartøku. Í nevndini eru tveir

limir, valdir av dómsvaldinum. Standa atkvøðurnar á jøvnum, kemur

sýslumaðurin í teirri sýslu, sum málið er úr, í nevndina sum avgerðarmaður.

Kommunuval

Ll. nr. 44 frá 19.06.1972 um val til allar føroyskar kommunur/om

valg til samtlige færøske kommuner, seinastu ferð er broytt við Ll.

nr. 105 frá 09.11.1984.

Viðmerkingar:

– Í grein 22 er ásett, at ríkisumboðsmaðurin kann bera seg undan at

taka við vali til býráðið.

Lóggáva

Ll. nr. 109 frá 17.12.1987 um alment kunngerðablað / om en offentlig

kundgørelsestidende, broytt við Ll. nr. 47 frá 30.03.1990.

Viðmerkingar:

– Í grein 6 er ásett, at Landsstýrinum er heimilað eftir avtalu við ríkisstýrið

ella ríkismyndugleikar og aðrar myndugleikar at seta lógir,

kunngerðir, lýsingar o.tíl. í kunngerðablaðið.

Landsstýrið

Ll. nr. 132 frá 10.06.1993 um fyrisitingarlóg.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!