24.07.2013 Views

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

hvítabók • fylgibind 2 fyrisiting - Løgmansskrivstovan

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

26 · Hvítabók – Fylgibind 2

hetta umsitið av Patentdirektoratet o.ø. Í Føroyum kundi Skráseting

Føroya sitið fyri økinum, men neyvan er grundarlag hjá okkum undir

einum patentstovni. Tí verður helst eisini neyðugt at gera samstarvsavtalu

við onnur lond um eitt nú patentrættin.

Radiosamskifti. Mælt verður til, at radiosamskiftið – serstakliga altjóða

samstarv og frekvensfyrisiting – verður lagt saman við Fjarskiftiseftirlitinum,

ið er stovnur undir Vinnumálastýrinum. Tørvur verður

í hesum sambandi á einum starvsfólki við góðum førleika.

Føroyskar lógir, sum vísa til danskar myndugleikar

Summar rættarreglur á vinnuøkinum vísa til danskar myndugleikar. Í

flestu førum er orsøkin, at føroyskir myndugleikar ikki hava orku til at

umsita umfatandi yvirlit yvir tekniskar standardir o.tíl.

Tær donsku reglurnar, sum víst verður til, samsvara í flestu førum

við altjóða krøv – serliga ES-krøv. Reglurnar snúgva seg m.a. um fjarskifti,

sløkkilið, ravmagn og tekniskar innleggingar.

Í einum fullveldi verður sjálvsagt framvegis neyðugt at vísa til tekniskar

standardir hjá øðrum londum. Vinnumálastýrið metir ikki, at

fullveldisætlanin fer at hava við sær trupulleikar ella meirútreiðslur á

hesum øki.

Samstarv við danskar stovnar og myndugleikar

Nógvir stovnar undir Vinnumálastýrinum hava bæði formligt og

óformligt samstarv við stovnar og myndugleikar í Danmark og í øðrum

Norðurlondum. Tað er hugsandi, at tá Føroyar gerast fullveldi,

fara summir av hesum donsku stovnum at krevja gjald fyri samstarv,

sum nú er ókeypis.

Samstarvið snýr seg m.a. um ráðgeving, útbúgving, fleirtjóða umboðan

og ymiskt dagligt samskifti í sambandi við stovnsraksturin.

Millum stovnarnar, hvørs dagliga samstarv við danskar stovnar

verður mett at hava stóran týdning, eru Heilsufrøðiliga starvsstovan,

Landsdjóralæknin, Arbeiðseftirlitið og Bileftirlitið.

Hesir og aðrir stovnar undir Vinnumálastýrinum fáa nógva fakliga

hjálp gjøgnum tað formliga og óformliga samstarvið við danskar

stovnar og myndugleikar. Tað er trupult at meta um virðið á hesum

samstarvi.

Føroyskir stovnar samstarva kortini ikki bara við danskar stovnar.

Nógv samskifti er eisini umvegis tað norðurlendska samstarvið – men

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!